29 kúvendingar og sjálvmótsagnir

Javnaðarflokkurin sigur seg vilja tað sama sum samgongan í sjálvstýrismálum, men allíkavæl hevur flokkurin bert roynt at runnið undan og hevur roynt at forða fyri, at nakað skal henda. Um ikki annað, so kann flokkurin og formaður tess kanska vinna sær sess í Guinnes Book of Records, fyri flestar politiskar kúvendingar og sjálvmótsagnir hjá nøkrum flokki í heiminum innan stytstu tíð.

1.Fyrst tosaðu tey um eina uppgerð við Danmark og eina íslendska loysn fyri valið. So søgdu tey seg taka undir við samgonguskjalinum um ríkisrættarligu broytingarnar. So atkvøddu tey ímóti uppskotinum hjá samgonguni, sum annars var ein íslendsk loysn.


2.So søgdu tey nei til semju, tá landsstýrið bjóðaði til fundar ? tey vildu ikki vera atkvøðuneyt. So vildu tey hava breiða semju allíkavæl.


3.So vóru tey ímóti mannagongdini og atkvøddu eisini ímóti grundlógarnevndini. Nú siga tey, at arbeiðið í grundlógarnevndini er sera týdningarmikið og áhugavert.


4.So góvu tey ein faldara út, har tey søgdu seg hava somu mál sum landsstýrið. So vóru tey ímóti málinum allíkavæl.


5.So vóru tey ímóti Hvítubók. So bíðaðu tey bara eftir Hvítubók. So var Hvítabók ikki kvalifiserað og eitt makkverk. So var Hvítabók knappliga gott prógv fyri, at teirra uppskot er tað besta.


6.So var tað ongin trupulleiki at broyta donsku grundlógina. So var tað knappliga ikki neyðugt at broyta grundlógina, tí tað var ov trupult.


7.So var tað neyðugt at fáa serfrøðingar at granska juridisku trupulleikarnar. So var tað knappliga ikki neyðugt at tosa um jura ? alt bar til.


8.So læsti flokkurin seg ikki fastan í sovorðið fjas sum fullveldi ella ríkiseind. Tað vóru bert tjóðveldis- og sambandsflokkurin, sum vóru fundamentalistiskir. So var knappliga ríkisfelagsskapurin (sum ongin veit hvat er) tað avgerandi, fundamentala markið fyri javnaðarflokkin ? júst sum hjá sambandsflokkinum.


9.Í sínum faldara søgdu tey øllum Føroya fólki, at blokkurin skal minkast burtur. Síðani hava tey sagt, at tað verður neyð og elendigheit, um blokkurin minkar.


10. So kundi teirra uppskot geva føroyingum alt ? eisini eitt flagg hjá ST í New York. So kundi teirra uppskot allíkavæl ikki geva tað, og so var flaggstongin slettis ikki neyðug longur.


11. So vildu tey hava, at alt løgtingið var við í arbeiðinum, og at fundir vóru við andstøðuna. So fingu tey sín vilja. Fyrst vóru kaffifundirnir góðir, har tey vóru kunnað um alt og skiltu allar ætlanirnar hjá landsstýrinum. So vistu tey knappliga onki um, hvat landsstýrið vil.


12. So var uttanlandsnevndin ikki góð nokk. So var hon góð nokk allíkavæl.


13. So var tað sera týdningarmikið at kaffifundirnir vóru í trúnaði og onki varð sagt fyri ikki at órógva politisku prosessina. So var tað øgiliga neyðugt, at viðgerðin í uttanlandsnevndini ikki var í trúnaði.


14. So søgdu tey, at landsstýrið brúkti ov nógva orku uppá at upplýsa um sínar ætlanir. Tað var propaganda og landsstýrið fór bara eftir málinum. Nú siga tey, at landsstýrið roynir at fjala og dylja málið og ongin veit, hvat landsstýrið vil.


15. So var sambandsflokkurin steinrunnin. Og fólkaflokkurin var størsta hóttanin fyri samfelagið. So eru tey knappliga mest samd við júst hesar flokkar og vildu hava breiða semju við teir ? ja, serliga Óli Breckman og Bjarni Djurholm eru nærum einglar, siga javnaðarfólk á tingsins røðarapalli dagliga.


16. Fyrst vóru danska stjórnin og Poul Nyrup Rasmussen svikarar móti Føroya fólki. Nú eru stjórnin og donsku sosialdemokratarnir knappliga trygdin fyri framtíðini og vælferðini hjá føroyingum. Og nú biður formaðurin í javnaðarflokkinum beinleiðis donsku stjórnina um at leggja seg út í føroyska orðaskiftið.


17. So skulu vit hava breiðar semjur í Føroyum. So fer formaður javnaðarfloksins til Danmarkar at fortelja fyri bæði donskum politikarum og útlendskum ambassadørum, at ætlanin hjá landsstýrinum ikki er góð; men eitt mótsigandi javnaðaruppskot er nógv betri fyri framtíð føroyinga.

18. So segði javnaðarflokkurin seg hava eina greiða støðu í ríkisrættarliga málinum. So kundi flokkurin knappliga ikki taka støðu, tí tey vistu ov lítið um málið.


19.So skuldi semjan roynast í uttanlandsnevndini. So hildu tey landsfund, áðrenn málið varð liðugt viðgjørt í nevndini.


20. So skuldu tey skriva álit í uttanlandsnevndini saman við sambandsflokkinum. So skuldu tey ikki allíkavæl skriva álit saman við sambandsflokkinum. So skrivaðu tey allíkavæl álit saman við sambandsflokkinum.

 

 

21. So forlangaði formaðurin í javnaðarflokkinum, at Caragata-álitið skuldi til aðalorðaskiftis. So var tað onki vert allíkavæl at hava aðalorðaskiftir.


22. So var tað alneyðugt at taka andstøðuna við og ikki bert gera alt til samgongumál. So rýmdu tey úr tinginum, tí samgongan ikki var samd.


23. So var landsstýrið ódemokratiskt í síni framferð. So hevði landsstýrið knappliga fylgt øllum demokratiskum spælireglum til fulnar.


24. So vóru veljarakanningarnar óalítandi og settu ov fáar og nýggjar spurningar sum ikki kundu samanberast. So vóru tær álítandi állíkavæl. Og so allíkavæl ikki, tí ov nógvir spurningar vórðu settir. Og so allíkavæl álítandi, tá heilt nýggir spurningar vórðu settir, sum ikki kundu samanberast.


25. So var neyðugt at melda avgjørt út: Javnaðarflokkurin setti sítt avgjørda mark við ríkisfelagsskapin. So viðgingu tey, at ongin veit, hvar tað markið var, men at tað skulu tey nokk fortelja, tá samráðingarnar eru lidnar ? og tað verður teirra definisjón, sum tey tá finna, ið er avgerandi. Segði nakar, at semja skuldi finnast?


26. Í faldara floksins varð sagt, at evsta vald í Føroyum skuldi liggja hjá Føroya Løgtingi, at Føroyar og Danmark skulu gera ein samveldissáttmála millum tvey sjálvstøðug lond og at ríkisstuðulin skuldi minka burtur. Samgongan segði, at hetta er í fínasta lagi. Nú skal Føroya Løgting bert vera evsta vald í yvirtiknum málsøkjum, Føroyar og Danmark skulu vera í ríkisfelagsskapi millum tvær sjálvstøðugar tjóðir ? ikki lond ? og ongin ríkisstuðul skal minka. Hvør er nú munurin til sambandsflokkin?


27. Í faldaranum stóð á fyrstu síðu, at ongin er betur førur fyri at taka avgerðir um føroysk viðurskifti, enn føroyingar sjálvir. Síðani heittu tey beinleiðis á danskar politikarar og donsku stjórnina um at taka avgerðina fyri føroyingar ? tí tað máttu teir jú hava rætt til.


28. So var Frederik Harhoff eitt sannleiksvitini uppá, at uppskot javnaðarfloksins var í lagi. So segði hann hetta vera møsn ? og tá var hann knappliga óálítandi.


29. So var fullveldisætlan samgongunnar merkt av droymaríi og var ikki nóg realistisk ? onki av hesum bar til. So bar knappliga alt til við javnaðaruppskotinum ? tí vit kundu í felag við Danmark skapa nakað nýtt, sum ongantíð var sætt fyrr, og máttu ikki lata okkum støðga av juridiskum og politiskum forðingum.

Hetta vóru bert nakrar av kúvendingunum, sum eg kom at hugsa um. Ivaleyst eru tær nógv fleiri, og rekordlistin er neyvan liðugur enn. Fólk kunnu sjálvi fylla hann út so hvørt.

Kanska skuldu vit gjørt eina kapping um, hvør finnur flest sjálvmótsagnir og kúvendingar hjá javnaðarflokkinum? Vinnarin kann so fáa tann heiður at gera av, hvørja meining javnaðarflokkurin skal broyta í næstu viku.


Dia Ellindsson

Tjóðveldismaður

Runavík