2nd Klaksvík International

Um eina viku sleppa fimm føroyingar at royna seg í Klaksvík móti stórmeistara og altjóða meistarum kring grannalond okkara. Telvað verður í døgunum 7-11. oktobur

Talv

Tvær IM-kappingar í norðoyggjum innan eitt ár. Óhugsandi fyri fáum árum síðani. Altjóða telving hevur góðar dagar norðanfyri Hórisgøtu, og tað eigur nú fráfarandi formaðurin (Rani legði frá sær leygardagin á ársaðalfundinum hjá TSF) í Talvsambandi Føroyar Rani Nolsøe heiðurin fyri. Hann hevur nevnliga verið høvuðsskipari av kappingunum báðum, har tann fyrra varð telvað á Viðareiði í oktobur í fjør. Í ár verður telvað í mentanarhúsinum Skálanum sunnanfyri fótbóltsvøllin.
Størsta einstaka hendingin hesi fýra ár við Rana sum formanni, var sjálvsagt Kasparov vitjanin í juni 2001. GM-kappingin í ár 2000 í Norðurlandahúsinum, eins og IM-kappingarnar í fjør og tann nú komandi kappingin í Klaksvík hava sanniliga eisini sett síni positivu spor í føroyskari telving. Barnatelvingin er somuleiðis í blóma og vælskipað kring landið, samstundis sum fíggjarliga støðan er vorðin væl sunnari.

Spennandi avbjóðingar
Føroysku telvararnir eru fimm í tali, eins og útlendingarnir eru. Niðanfyri er luttakaralistin, við altjóða ratingtølunum nevnd.

Luttakararnir:
IM Kim PilgaardDanmark2459
IM Klaus BergDanmark2434
IM Johan EriksonSvøríki2414
GM Colin McNabSkotland2379
Flóvin Tór NæsFøroyar2337
IM Sævar BjarnasonÍsland2284
Heini OlsenFøroyar2264
Ólavur SimonsenFøroyar2261
Martin PoulsenFøroyar2252
Hans Kristian SimonsenFøroyar2240

Danin Kim Pilgaard vann á Viðareiði í fjør, og er eisini ratingfavorittur í ár. Skotski stórmeistarin McNab hevur seinastu árini mist hópin av ratingstigum, men ein stórmeistari kann altíð finna eyka kunnleika fram tá neyðugt er, og telist hann sjálvsagt eisini millum favorittarnar. Klaus Berg er ein sterkur og støðugur altjóða meistari við eitt nú nógvum royndum í danska landsliðsbólkinum.
Føroyingarnir hava góðir vónir. Flóvin hevur helst nú lagt óhepnu NM-kappingina herfyri aftur um bak, og kemur við nógvum altjóða royndum til Klaksvíkar. Heini Olsen er á heimavølli og tá kann alt henda. Ólavur varð besti føroyingur á Viðareiði í fjør, og unglingarnir báðir Martin og Hans Kristian eru okkara bestu talentir og kunna saktans yvirraska rætta vegin.
Føroya besta kort, John Arni Nilssen mátti tíverri geva avboð, hóast hugurin var góðir. Honum vantar bert ein IM-norm afturat sínum tveimum fyri at kalla seg altjóða meistara.
Kravið hjá føroyingunum til ein IM-norm er seks stig av níggju møguligum. Telvað verður dupultumfar í fýra dagar, uttan seinasta dagin, 11. oktober, tá níggjunda umfar verður leikt.

www.faroechess.com.
Fylgið við á føroysku talvheimasíðuni, har øll talvini verða víst beinleiðis. Á heimasíðuni verða eisini frásagnir, myndir o.a at síggja og lesa. Dómari verður danin Mogens Nielsen, sum nú er vælkendur í føroyskari telving.