16. oktober í fjør vann Írland 4-1 á Tórsvølli. Í kvøld hava Føroyar aftur lagt rygg til trý mála tap ímóti Írlandi. Hesa ferð var tað í Dublin, har Írland vann 3-0, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0. Merkisvert var tað, at írski liðformaðurin Robbie Keane skoraði øll trý málini. Hattrikkið ber við sær, at Keane nú hevur skorað 59 mál í 126 landsdystum. Tað er nýtt dystarmet fyri Írland, og Robbie Keane hevur skorað fleiri mál á landsliðnum, enn nakar íri nakrantíð áður hevur gjørt.
Írar høvdu greiða yvirvág í leiki, hóast teir ongantíð niðurspældu føroyska liðið. Øll málini vórðu skorað eftir fløt innlegg. Í 1. hálvleiki var tað serliga í vinstru, at írar myndaðu álopsspælið og løgdu flatt innfyri, og í 2. hálvleiki var tað serliga í høgru, at írar lupu á og løgdu flatt innfyri.
Føroyingar høvdu ongan upplagdan málmøguleika og onga roynd innanfyri írsku málrammuna. Bestu royndina hevði miðverjin Atli Gregersen, sum við høvdinum legði bóltin omanfyri tvørtræið, eftir at Súni Olsen, sum mundi vera ein tann eyðsýndasti á føroyska liðnum, hevði lagt fríspark fram í brotsteigin.
Fram ímóti dystarenda sá Rógvi Baldvinsson gula kortið fyri at halda mótstøðumanni. Hetta var onnur ferðin í hesi undankappingini, at Rógvi, sum var ein tann stinnasti á føroyska liðnum, sá gula kortið. Harvið er hann leikbannaður, tá ið Føroyar týskvøldið fara at royna seg á útivølli ímóti Svøríki.
Tríggir føroyskir spælarar vóru í kvøld fyri fyrstu ferð á landsliðnum - Ári Mohr Jónsson, Heini Vatnsdal og Páll A. Klettskarð. Símun Samuelsen var fyri fyrstu ferð liðformaður á føroyska liðnum. Fróði Benjaminsen hevur verið liðformaður í hesi undankappingini, men hann var leikbannaður i kvøld. Jónas Tór Næs hevur onkra ferðina verið liðformaður, tá ið Fróði ikki hevur verið við, men í kvøld sat Jónas skaddur uttanfyri.
Írland-Føroyar 3-0 (1-0)
HM undankappingardystur á Dublin Arena í Dublin fríggjadagin 7. juni 2013 kl. 19.45
19000 áskoðarar
1-0: Robbie Keane 5.
2-0: Robbie Keane 56.
3-0: Robbie Keane 81.
Dómari: Mattias Gestranius Finnland
Írland: David Forde - Seamus Coleman, Sean StLedger,John O`Shea, Marc Wilson (Stephen Kelly, 82.) - Simon Cox, Wesley Hoolahan, Glenn Whelan, Aiden McGeady (James McClean, 77.) - Robbie Keane, Jon Walters (Connor Sammon, 73.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Darren Randolph, Keiren Westwood, Damien Delaney, Darren O`Dea, Richard Dunne, Paul McShane, Stephen Quinn, Jeffrey Hendrick, Andrew Keogh
Venjari: Giovanni Trapattoni
Gult kort: Wesley Hoolahan
Føroyar: Gunnar Nielsen Jónhard Frederiksberg, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Ári Mohr Jónsson Súni Olsen, Heini Vatnsdal Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst (Hans Pauli Samuelsen, 84.), Pól Jóhannus Justinussen Páll Klettskarð (Jóan Símun Edmundsson, 64.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Gestsson, Hans Jørgensen, Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen, Atli Danielsen, Christian R. Mouritsen
Venjari: Lars Olsen
Gult kort: Heini Vatnsdal, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi Baldvinsson
LIÐUGT
3-0
Dómarin hevur lagt 3 minuttir aftrat.
90) 3-0
Írar hava kosið Robbie Keane til dagsins spælara, og tað er ikki so undarligt, tí liðformaðurin hevur skorað trý mál í kvøld og í alt 59 mál í 126 landsdystum.
Rógvi Baldvinsson hevur sæð gult fyri at halda í mótstøðumanni. Tað ber við sær, at Rógvi verður leikbannaður týsdagin, tá ið Færoyar skulu spæla á útivølli ímóti Svøríki.
85) 3-0: Robbie Keane 81.
So er Írland frammanfyri við trimum málum. Í sínum 126. landsdysti hevur Robbie Keane skorað reint hattrikk. Síðsta málið varð skorað eftir flatt innlegg úr høgru og fríspæling frá innskifta Samon.
Hans Pauli Samuelsen er komin á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst.
Írar tevja stórsigur!
80) 2-0
Atli Gregersen hevur við stútara roynt ímóti írska málinum, eftir at Súni Olsen hevði lagt fríspark fram í brotsteigin. Bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið. Hetta var higartil besta føroyska royndin.
McClean er komin á vøllin í staðin fyri McGeady, sum serliga i 1. hálvleiki var sera væl upplagdur í vinstru.
75) 2-0
Samon er komin í írska álopið í staðin fyri Walters.
Hoolahan hevur sæð gult fyri óregluliga at steðga Christian Lamhauge Holst.
Tað er rættuliga friðarligt á vøllinum.
70) 2-0
Pól Jóhannus Justinussen hevur sæð gula kortið fyri at hava togað í mótstøðumann.
Gunnar Nielsen bjargaði væl eftir frísparksinnleggið.
Í løtuni er leikferðin lægri, enn hon var fyrstu løtuna eftir steðgin.
65) 2-0
Páll A. Klettskarð er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Jóan Símun Edmundsson. Føroyar hava verið framvið í tveimum deyðbóltsstøðum - eitt frispark og eitt hornaspark.
60) 2-0
Tað kennist sum um, at ferðin hjá írum er eitt vet hægri nú. Kanska er tað tí, at føroysku spælararnir eru farnir at møðast. Eisini fyrsta korterið eftir steðgin hava teir arbeitt nógv og væl.
55) 2-0: Robbie Keane 55.
So er 2-0. Hesa ferð var flata innleggið úr høgru, og aftur hesa ferð var tað Robbie Keane, sum stýrdi bóltin í málið.
Írar øktu leiðsluna stutt eftir, at føroyingar høvdu havt fyrstu royndina ímóti írska málinum. Tá var tað Heini Vatnsdal, sum royndi seg.
50) 1-0
Ongar útskiftingar eru framdar eftir steðgin. Fyrstu fimm minuttirnar eftir hvíldina hevur tað verið nógv ferðsla í føroyska brotsteiginum, uttan at leikferðin hevur verið so høg.
HÁLVLEIKUR
1-0
Tað er hálvleikur í Dublin. Írlandi er á odda 1-0 við málinum, sum liðformaðurin Robbie Keane skoraði longu í 5. minutti eftir innlegg úr vinstru. Talan hevur verið um tríggjar stórar málmøguleikar, og í øllum førum hevur uppspælið verið í vinstra borði.
Heimaliðið hevur verið greitt omaná, men talan hevur ikki verið um, at føroyska liðið hevur verið niðurspælt, sum tað ofta er talan um, tá ið mótstøðuliðini eru í Suðureuropa og Eystureuropa.
Føroyska liðið hevur víst góðan hugburð og arbeitt nógv og hart. Tað hevur higartil ikki eydnast føroyingum at spæla seg til upplagdan málmøguleika. Men síðstu løtuna hevur samanspælið verið meiri og betri, enn tað var fyrsta stóra hálva tíman.
40) 1-0
Síðsta løtan hevur leikliga verið tann besta hjá føroyska liðnum, sum við nógvum sendingum og flytingum flutti seg fram á brotsteigarmarkið, uttan at meiri enn næstan støðan spurdist burturúr. Í hesum var Christian Lamhauge Holst við sínum góða bóltførleika sentralur.
35) 1-0
Ferðin er ikki høg, og írar hava trupulleikar at finna seg í leiklutinum sum teir, ið skulu mynda spælið. Men kortini eru heimamenninir vandamiklir viðhvørt. Síðstu løtuna hevur Gunnar Nielsen víst tvær góðar bjargingar, eitt nú tá ið Robbie Keane fluktaði úr góðari støðu, og Gunnar beindi bóltin út til horna.
30) 1-0
Lars Olsen hevur longu sent tríggjar spælarar at hita upp: Hans Paula Samuelsen, Jóan Símun Edmundsson og Christian R. Mouritsen.
25) 1-0
Gunnar Nielsen hevur víst meistarliga bjarging, tá ið Robbie Keane varð púra leysur í málteiginum. Støðan kom í eftir fríspark úr stórari fjarstøðu. Føroyska liðið tóktist vera ógvuliga passivt, tá ið mótstøðumenninir útinntu vanda frísparksstøðu!
20) 1-0
Føroyska liðið hevur síðstu løtuna betri megnað samanhangandi samanspæl enn fyrsta korterið. Tað kennist at vera langt frá miðvøllinum og umvegis Christian Lamhauge Holst og fram til Páll A. Klettskarð.
15) 1-0
Heimaliðið er leikliga greitt omaná, men burtursæð frá møguleikanum, sum bar mál við sær, hava teir grønu ikki spælt seg til upplagdan møguleika. Gunnar Nielsen hevur bara eina ferð nortið við bóltin - tá ið hann var í netinum eftir honum!
10) 1-0
Tað var ein orduligur bakkaluðari, sum føroyingar fingu beinanvegin. Írska trýstið síðani leiðslumálið hevur ikki verið nakað at tosa um, men talan hevur verið um mistøk á føroyska liðnum og serliga í verjupartinum hevur tað ikki verið so sannførandi.
5) 1-0: Robbie Keane 5.
Tað var leikandi lætt, tá ið Írland legði seg á odda. Eftir flatt innlegg úr vinstru var veteranurin Keane ógvuliga leysur við nærra stólpan, tá ið hann við fløtum skoti í handaru síðu av málinum skoraði til 1-0.
Tríggir føroyskir spælarar umboða fyri fyrstu ferð føðilandið í a-landsdysti: Ári Mohr Jónsson, Heini Vatnsdal og Páll A. Klettskarð, sum var tann, ið gav bóltin upp.
Føroyar: Gunnar Nielsen Jónhard Frederiksberg, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Ári Mohr Jónsson Súni Olsen, Heini Vatnsdal Símun Samuelsen, Christian Lamhauge Holst, Pól Jóhannus Justinussen Páll Klettskarð
Írland: Forde - Coleman, StLedger, O`Shea, Wilson - Cox, Hoolahan, Whelan, McGeady - Keane, Walters
Símun Samuelsen er fyri fyrstu ferð liðformaður á føroyska liðnum.
Føroyska liðið er í bláum troyggjum, bláum buksum og bláum hosum. Írarnir eru í eyðkendu grønu troyggjunum og hosunum og hvítum brókum.
Tað eru góð líkindi í Dublin. Hitastigini eru 19, og sólin sær.
16. oktober vann Írland 4-1 á Tórsvølli. Arnbjørn Hansen minkaði um munin til 2-1 í 68. minutti. Írsku málini skoraðu Marc Wilson, Jon Walters, Pól Jóhannus Justinussen gjørdi sjálvmál, og Darren O`Dea staðfesti 4-1 sigurin.