30 ár síðani Ovi Joensen kysti havfrúnna

Um hálvgumfýratíðina í dag eru júst 30 ár síðani Ovi Joensen við báti sínum Dianu Victoriu kom á land á Longu Linju í Keypmannahavn og kysti havfrúnna. Hann hevði tá róð í 41 samdøgur úr Nólsoy alla ta longu leið til Danmarkar.

 

Ovi Joensen varð føddur 3. september í 1948 og doyði 26. november í 1987, tá druknaði á Skálafirði. Hann var tá á veg í báti sínum av Skálafjørðinum til Nólsoyar.

 

Fyrstu royndina at rógva til Danmarkar gjørdi Ovi Joensen í 1984, tá hann legði frá Bursatanga í Havn. Hann gjørdi aftur eina roynd í 1985, tá kom hann til Hetlands. Men í 1986, tá hann legði frá landi úr Nólsoy, eydnaðist.

 

Og tann 11. august klokkan 16:30 kom hann í land á Longu Linju, har fleiri túsund fólk við yvirborgarstjóranum í Keypmannahavn, Egon Weidekamp.

 

Fleiri túsund fólk vóru komin á Langelinje fyri at taka ímóti Ova, og eitt bátafylgi fylgdi honum úr Helsingør.

 

TRÝST HER fyri at sígga Sosialin dagin eftir, tann 12. august í 1986.

 

 

TRÝST HER fyri at síggja tað, Sosialurin skrivaði um máið 14. auguast í 1986

 

http://www.in.fo/uploads/tx_news/sosialurin_14._august_1986.pdf