Í Klaksvík var renningin leygardagin. Eini 800 fólk luttóku, og sum skilst eydnaðist væl. Stóra tiltakið var tó í Tórshavn, har eini 1500 fólk høvdu meldað seg til áðrenn sunnudagin, men tá renningin skuldi byrjað var talið nærri 3000. Tað hevði við sær at ov fáir vestar og ov fá nummør vóru til taks. Men fyrireikararnir vóru glaðir fyri hendan trupulleikan.
Renningin fór í gongd umleið klokkan eitt, eftir upphiting og røður. Tá tustu øll fólkini avstað til fýra ymiskar teinar. Tí hóast tveir teinar vóru í heilsurenningini, vóru eisini maraton- og hálvmaratonrennararnir við til startin.
Fegin borgarstjóri
Heðin Mortensen legði fram røðu áðrenn fari var til upphiting. Í røðu síni segði Heðin Mortensen millum annað, at renning er vorðin at nátturligur partur av gerandislívinum hjá alt fleiri føroyingum, samstundis sum hann hugleiddi eitt sindur um Fólkaheilsurenningina.
- Tankin aftanfyri Fólkaheilsurenningina fyri børn og vaksin er at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum, og endamálið er eisini at fáa so nógv fólk við sum gjørligt, so hesin heilsubati verður meira sjónligur og fær størri undirtøku, segði borgarstjórin í Tórshavnar kommunu millum annað.
Upphiting og renning
Eftir at Heðin Mortensen hevði borið fram røðu, varð skipað fyri upphiting. Øll 3000 stóðu tá og hoppaðu og strektu saman við instruktørinum á lítla pallinum. Síðani setti Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, renningina í gongd.
Klokkan gott eitt tusti stóra mannamúgvan oman eftir Húsagøtu, summi rennandi, summi gangandi og okkurt barnið lá eisini í onkrum barnavogni.
Vatn og frukt
Eftir stuttari tíð byrjaðu tey fyrstu av styttra teinunum at koma til málið. Tá tey komu á mál fingu tey ein posa frá SMS við vatnið og frukt, sambært andanum hjá heilsurenningini.
Sum heild vóru fólk heilt væl nøgd við túrin, og gleddust um stóru fólkamongdina.
Vónar at fleiri byrja at renna
Aftaná renningina tosaði Sosialurin við Bjørk Herup Olsen, sum er ein av talentríkastu rennarunum í landinum.
- Eg haldi hetta vera eitt sera gott tiltak, og eri ordiliga glað fyri at so nógv fólk luttaka. Tað sigur eitt sindur um hvussu stór renning er blivin. Kanska fáa vit eisini fleiri fólk at renna meira seriøst og tað hevði sjálvandi verið stuttligt, sigur Bjørk Herup Olsen.