Sløkkiliðsfólk arbeiða í einum íbúðarhúsum í Kiev, sum fekk stóran skaða í russiska álopinum í dag. - Mynd: Valentyn Ógirenko

320.000 heim uttan streym eftir russiskt álop á Kiev

Eitt russiskt álop á ukrainska høvuðsstaðin hevur gjørt, at túsundtals fólk vóru uttan streym ella hita í morgun.

Sløkkiliðsfólk arbeiða í einum íbúðarhúsum í Kiev, sum fekk stóran skaða í russiska álopinum í dag. - Mynd: Valentyn Ógirenko


Fleiri enn 2.600 sethús, umframt 187 barnagarðar og 138 skúlar í Kiev eru uttan hita í morgun eftir eitt russiskt loftálop.

Og í økinum Kiev, sum er kring høvuðsstaðin, eru 320.000 húsarhald uttan streym orsakað av álopinum.

Tað siga myndugleikarnir í ukrainska høvuðsstaðnum sambært Reuters.

Hitin í Kiev er um frostmarkið í dag.

Ein persónur er deyður í álopinum. Talan er um eina 47 ára gamla kvinnu, sigur guvernørurin í Kiev-landslutinum Mykola Kalashnyk sambært tíðindastovuni AFP.

Harumframt eru 11 fólk innløgd við skaðum.

Álopið varð framt við 40 rakettum og nærum 500 dronum, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á sosiala miðlinum X.

Hann skrivar, at álopið framvegis er í gongd leygarmorgunin.

– Fremsta málið er Kiev - orkuverk og sivilt undirstøðukervi. Tíverri hava bumbur rakt, og vanlig sethús hava fingið skaða, skrivar forsetin.

Álopið fekk Pólland at steingja tveir flogvøllir í eystara parti av landinum fyrr leygardagin, samstundis sum Pólland sendi stríðsflogfør á veingirnar.

Tær báðar floghavnirnar Rzeszów og Lublin vórðu latnar aftur leygarmorgunin, skrivar polsku loftferðslumyndugleikarnir á X.

Sambært pólska herinum hava bæði pólsk og sameind lond sent stríðsflogfør í luftina sum avleiðing av russiska álopinum í grannalandinum Ukraina. Tiltakið endaði leygarmorgunin.

Tað hava ikki verið brot á pólska loftrúmið, stendur í fráboðanini.

Russiska álopið hendir eftir fleiri vikur við samráðingum millum ukrainsk, russisk, amerikansk og evropeisk umboð um at enda kríggið í Ukraina.

Og sunnudagin skal Zelensky hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, í amerikanska statinum Florida fyri at tosa um gongdina.

– Nógvir spurningar hava verið settir seinastu dagarnar, so hvat er svarið hjá Russlandi til uppskotini um at enda kríggið, sum USA og heimurin hava lagt fram?

– Russisk umboð møta á longum fundum, men í veruleikanum tosa Kinzhal og Shahed teirra søk, skrivar Zelensky og vísir til tað slagið av dronum og rakettum, sum Russland hevur brúkt í seinasta álopinum á Kiev.

 

/Ritzau/

 

 

 

Sløkkiliðsfólk arbeiða í einum íbúðarhúsum í Kiev, sum fekk stóran skaða í russiska álopinum í dag. - Mynd: Valentyn Ógirenko