Ódnarveður í Noregi og Svøríki avlýsir tog-, flog- og ferjufráferðir

Í Norðursvøríki eru hvirlur máldar við orkanstyrki, og heitt verður á íbúgvar um at halda seg heima.

Í morgun var ódnarveður í Jämtlandfjøllini í Norðursvøríki, har ein íbúgvi fór ímóti vindi og veðri at ganga við hundinum. - Mynd: 10050 Pontus Lundahl/Ritzau Scanpix

Ódnarveður rakti í morgun Norra og Svøríki, og elvdi til bæði ferðslutrupulleikar og streymslit.

Fleiri ferjufráferðir eru avlýstar í Noregi. Sama er galdandi fyri flúgvingina í norðara parti av landinum, skrivar tíðindastovan NTB.

Í Svøríki vórðu hvirlur við orkanstyrki upp til 41 metrar um sekundið máldar í morgun. Her hevur ódnin ført til, at tokferðslan millum Bräcke og Storlien er steðgað, og tað merkir, at einki tok er til Östersund og Åre, sum bæði eru vælumtókt skíðferðamál.

Út á dagin fer ódnin væntandi at raka Västerbotten og Norrbotten harðast, skrivar tíðindastovan TT.

Svenska Meteorologiske og Hydrologiske Institut (SMHI) ávarar eisini um sera hvassan vind í stórum pørtum av Norrlandi, norðara parti av Dalarna og útnyrðingspartinum av Svealandi.

Leygarmorgunin fer at kava í fjøllunum í Norðursvøríki, so talan er ikki bara um ódn, men um vanligan kavaæl.

Myndugleikarnir heita á borgarar í viðkomandi økjum um ikki at fara út á vegir, uttan so at tað er avgjørt neyðugt.

Í Noregi hevur nógvi vindurin elvt til, at allar ferjufráferðir leygardagin millum millum annað Bodø, Røst, Værøy og Moskenes eru avlýstar.

Fleiri flogferðir eru eisini avlýstar. Hetta er serliga galdandi fyri fráferðir til og frá Bodø.

Eisini eru streymslit í Nordland, har yvir 17.000 húsarhald eru uttan streym í morgun, skrivar miðilin NRK.

Løgreglan í Nordlandi heitir á øll um at halda seg innandura orsakað av vandanum fyri at verða rakt av leysum lutum og falnum trøum.

– Vit fáa nógvar fráboðanir í sambandi við ódnina um leysar lutir so sum trampolinir, tak og trappur, sum eru rivin, og trø, sum eru dottin á vegirnar, sigur átaksleiðarin hjá løgregluni í Nordland, Ina Kristin Selfors við NRK.

Í løtuni eru ongar fráboðanir um sum hava fingið skaða, hvørki í Noregi ella Svøríki.

 

/Ritzau/

 

 

 

Í morgun var ódnarveður í Jämtlandfjøllini í Norðursvøríki, har ein íbúgvi fór ímóti vindi og veðri at ganga við hundinum. - Mynd: 10050 Pontus Lundahl/Ritzau Scanpix