Hvat er grundarlagið fyri, at føroyski politiski myndugleikin gevur loyvi til fosturtøku í einum tíðarskeiði í graviditetinum, har sjálvt lond, har fosturtøkan er frí, ikki geva slíkt loyvi?
Hetta var ein av spurningunum, sum Jenis av Rana vildi hava Kristian Magnussen, landsstýrismann í heilsu- og almannamálum at svara í tinginum.
Spurningurn verður svaraður á tingfundi í morgin, men skrivliga svarið varð býtt út á tingfundi týsdagin.
Jenis av Rana vil hava at vita, hví tað ber til at fremja fosturtøku út til 16. viku í Føroyum, tá markið í Danmark er 12 vikur.
Øll kriterii skulu uppfyllast í Føroyum
Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at ein kvinna í Danmark hevur rætt til fría fosturtøku innan 12. viku. Eftir 12. viku kann ein kvinna fáa framt fosturtøku um vandi er fyri lívinum ella heilsuni hjá kvinnuni um hon gjøgnumførur graviditetin.
Eftir tí lógini, sum er galdandi í Frøoyum, er ikki talan um fría fosturtøku, hvørki áðrenn ella aftan á 16. viku. Sambært hesi lóg skal talan verða um fysiska ella psykiska sjúku, vandi skal verða fyri barninum, kvunnan skal verða neyðtikin ella skal kvinnan av fysiskum ella psykiskum orsøkum ikki vera før fyri at taka sær av barninum. Hesar treytir/krøv skulu verða uyppfylt um ein kvinna yvirhøvur skal fáa framt fosturtøku í Føroyum.
Samanbera vit Føroya go Danmark, so er 12. vika í Danmark markið fyri fría ella ikki fría fosturtøku og eftir hesa viku skulu so nøkur kriteriir verað uppfylt fyri at ein kannn fáa framt fosturtøku, sigur Kristian Magnussen. Í Føroyum skulu hesi kriterier longu verða uppfylt frá fyrsta degi av.
Lógin frá 1956
Lógin sum er galdandi í Føroyum, er ein donsk lóg, sum er sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan. Lógin er frá 1956, men seinast broytt í 1988. Broytingaruppskot eru fleiri ferðir løgt fram í tinginum tey seinastu árini, men fullu, sigur landsstýrismaðurin.
Í svarinum verður eisini greitt frá, at seinastu fimm árini eru framdar millum 60 og 37 fosturtøkur á føroysku sjúkrahúsunum.
Verandi skráseting í sjýkrahúsverkinum sigur bara frá framdum fosturtøkum, ikki frá umsóknum, sigur Kristian Magnussen. Tað ber tí ikki til at siga, hvussu nógvar fosturtøku eru noktaðar, uttan so, at allar journalir fyri kvinnur í fertilum aldir verða leitaðar ígjøgnum, bæði innan sjúkrahúsverkið og hjá øllum kommunulæknum, sigur hann.
Ein góðkendur lækni tekur avgerðina
Kristian Magnussen sigur, at tað eru kommunulæknarnir, sum senda fosturtøðumsóknir til sjúkrahúsverkið, og tá hesir verða mettir at vera kompetentir til at meta um psykisku støðuna hjá sjúklingum sínum, hava serlæknarnir í gynækologi í fleiri førum ikki havt orsøk til at ávísa sjúklingin til annan serlækna, t. d. í psykiatri. Hesin spurningur krevur eisini, at allar journalir yvir tær kvinnus, sum hava fingið framt fosturtøku, verða leitaðar ígjøgnum. Annars er tað ikki eitt krav sambært lógini, at ein t. d. psykiatari skal verða við til at taka avgerð um ein kvinna skal fáa framt fosturtøku ella ikki. Tað stendur, at avgerðin skal takast av einum/tveimum góðkendum læknum. Í svarinum framgongur eisini, at fosturtøkurnar á Landssjúkrahúsinum seinastu fimm árini hava býtt seg soleiðis í aldursbólkar:
Undir 19 ár 13%
20-29 ár41%
39-39 ár32%
40 ár og yvir14%
57% hava búð í høvuðsstaðarumráðnum. Tað hevur ikki eydnast at fáa upplýst hjúnarbandsstøðu og sosiala støðu. Hetta eru upplýsingar, sum ikki eru skrásettir, tí sambært lógini eru hetta ikki kriterier, sum skulu takast við, tá ið støða skal takast til, um ein kvinna skal fáa framt fosturtøku, sigur Kristian Magnussen.
Á landssjúkrahúsinum hava indikatiónirnar stórt sæð verið eftir grein stk. 1 í lógini um fosturtøku fyri at fáa fram fosturtøku og hættirnir, sum v´rðu brúktir á Landssjúkrahúsinum eru forviðgerð við tablettum (prostaglandinum) og síðani vacuum (exairesis), tá fostrið hevur verið undir 12 vikur. Tá fostrið hevur verið yvir 12 vikur, eru tablettir (prostaglandinir) saman við dropp (syntocinon) nýtt, sigur landsstýrismaðurin í svarinum til Jenis av Rana.
Orðaskifti verður um svarið á tingfundinum í morgin.
-------------------
FOSTURTØKUR FRAMDAR SEINASTU FIMM ÁRINI
Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús, Íalt
1991 50 0 8 58
1992 57 1 2 60
1993 49 2 3 54
1994 50 0 3 53
1995 50 0 3 53
1996 37 0 0 37