Talv
Sunnudagin blivu seinastu leikirnir í 3rd Klaksvík International leiktir og harvið enn ein altjóða kappingarsucces í Klaksvík lagt aftrat rúgvuni í føroyskari talvsøgu. Alt tað praktiska gekk væl fyri seg og takka bulleting-skrivaranum og fjølmiðlamanninum, sum fyriskiparin Rani Nolsøe hevði skaffað sær, varð kappingin sjónlig í bløðunum og útvarpinum. Talvini øll, kappingartalvan og myndir eru at síggja á www.ktfchess.com
Á talvliga økinum var støðið eisini á gongdari leið. Hóast tað vórðu heldur ov nógvir skjótir javnleikir, varð kappingin spennandi við eisini mongum fløktum álopstalvum.
Heini í góðum formi
Sviin Emil Hermansson og Jens Over Fries Nielsen togaðust leingi um fyrsta pláss. Men tá Jens Ove vann á júst Emil í triðseinasta umfari, var kappingin í veruleikanum avgjørd. Við tveimum skjótum javnleikum móti Heina og Ólavi, kundi Jens Ove kalla seg vinnara av 3rd Klaksvík International.
Landsmaðurin Kim Pilgaard vann 1st Klaksvík International í 2002 og í fjør vann sviin Johan Eriksson kappingina.
Heini Olsen telvaði sum ein brandur seinastu fýra umførini, har hann vann sær hálvtfjórða stig. Tíverri hevði hann miðskeiðis í kappingini latið ov nógv stig frá sær og blandaði hann seg tí ikki reiðiliga í oddastríðið. Eitt flott deilt annað pláss fekk hann tó fyri ómakin og tað er einki at klaga yvir. Góða talvárið 2004 hjá Heina heldur fram.
Føroyameistarin og komandi 1. borð á føroyska OL-liðnum, Martin Poulsen, er neyvan nøgdur við sítt avrik. Ikki tí, hann leikti fleiri góð talv, men hinvegin fekk hann lítið og einki burturúr fleiri góðum støðum. Kappingin er ivaleyst góð venjing fyri Martin innan talvolympiaduna, sum verður 14-31. oktobur.
Tá Ólavur vann á Hermansson í fimta umfari, lá klaksvíkingurin á deildum fyrsta plássi. Men ein skuffandi seinna helvt, har Ólavur einans fekk eitt stig, endaði hann á aftasti plássi saman við Sævar Bjarnason. Tó vinnur hann sær umleið 20 ratingstig fyri síni 4 stig, og sigur hetta okkum hvussu sterk kappingin í veruleikanum var.
Endaliga støðan
1IM Jens O. F. Nielsen 6,5/10
2IM Emil Hermansson5,5
2Heini Olsen5,5
4Martin Poulsen4,5
5Ólavur Simonsen4,0
5IM Sævar Bjarnason4,0
Íslandssúlan
Siðvanda Íslandssúlukappingin varð telvað hetta vikuskiftið í Klaksvík. Fimm umfør vórðu leikt uppá tríggjar dagar. Bert ein telvari yvir 2000 í rating hættaði sær við, nevnliga Finnbjørn Vang (2042). Tann næsti í røðini var Tummas Martin Anthoniussen (1957) og tískil varð kappingin ikki so sterk sum væntað og vónað.
Ein kann við góðari orsøk seta spurnartekin við luttøkuhugin hjá føroyskum telvarum fyri tíðina. Serliga eru tað telvarar millum 2000-2200 í rating, ið eftir mínum tykki eru óvanliga passivir. 14 telvarar tóku lut, tólv úr Klaksvíkar Talvfelag og tveir úr Havnar Telvingarfelag.
Finnbjørn var greiður favorittur og vann hann eisini sum væntað kappingina við fullum stigatali. Ingolf Gaard bleiv nr. 2 við fýra stigum, meðan heili seks telvarar endaðu triðfremstir við trimum stigum. Úrslit við meira finnast á www.ktfchess.com