Tann seinasta mánaðin hava umleið 40.000 starvsfólk í evropeiskum bankum fingið uppsagnarbræv. Seinast var tað tann sveisiski bankin UBS, sum kunngjørdi, at hann hevur latið 3.500 medarbeiðarum á íløgudeildini uppsøgn. Tað skrivar tíðindatænastan Bloomberg.
Bloomberg vísir á, at tann 1. august kunngjørdi stórbankin HSBC, at hann fór at koyra 30.000 starvsfólk til hús. Harumframt hava 3.000 starvsfólk hjá Barcleys fingið uppsagnarbræv í hesum mánaðinum, og tað sama hava 2.000 starvsfólk hjá Royal Bank of Scotland og 2.000 hjá Credit Suisse Group AG fingið.
Sambært tíðindatænastuni hava hava bankar í Evropa skrivað seks ferðir fleiri uppsagnarbrøv, enn bankarnir í USA hava gjørt higartil í ár. Tað er serliga skuldarkreppan í Grikkalandi, Italia og Spania, sum hevur kostað nógvum evropeiskum bankastarvsfólkum arbeiðið.