Erlendur Patursson var føddur 20. august í 1912, sum yngsti sonur Jóannes Bónda Patursson og Gudný.
Hann fór ungur Erlendur burtur at ganga í skúla og seinni at lesa. Hann var nøgv ár í Reykjavík, og í Keypmannahavn tók hann prógv sum cand. polit. undir krígnum.
Hann kom heim aftur í fyrsta parti eftir krígslok í 1945 og vit kenna lítið annað, enn at hann virkaði á politiska økinum síðani. Hann var ein íbirðarin av Tjóðveldisflokkinum, var sálin í 14. September, og blaðstjóri til 1962, tá hann gjørdist landsstýrismaður og síðani eitt skifti aftaná 1967.
Hann gjørdist fiskimannafelagsformaður í 1952, hann fekk tá um helmingin av fiskimannaatkvøðunum.
Tá hann gjørdist landsstýrismaður í 1963, mátti hann leggja formansstarvið í Fiskimannafelagnum frá sær; tá hann í 1967 fór úr landsstýrinum, stillaði hann upp aftur til fiskimannafelagsformann, varð valdur aftur og sat í hesum starvi til 1970.
Erlendur varð fyrstu ferð valdur á ting í 1954 og var tá uppstillaður í Sandoyar valdømi. Í 1966 var hann ikki afturvaldur. Men kom aftur á ting í 1970 og varð afturvaldur á valunum í 1974, 1978, 1980 og í 1984 í Suðurstreymoyar valdømi.
Erlendur skrivaði ein hóp, politiskt og søguligt. Verk hansara „Fiskiveiði og Fiskivinnumál“ hava havt við sær stórt granskingararbeiði.
Í Norðurlandaráðnum sat Erlendur til sín deyðadag, tilsamans eini 15 ár. Í hesum starvi var hann virkin, og hann metti hetta hava stóran týdning. Sosialurin skrivaði eftir deyða hansara, at »serliga eru vit honum takksom fyri uppskotið um Norðurlandahúsið«.
I 1973 var Erlendur valdur á fólkating. Tað var fyrstu ferð Tjóðveldisflokkurin stillaði upp til fólkatingsval.
Tingfólk søgdu um Erlend, at hann var alla sína tíð tann høviski, fastur í áskoðanum sínum, hann dugdi ofta at meta um uppskot síni á ein slíkan hátt, at ann fekk sjónarmið síni at rína við, um ikki í fyrstu atløgu – so seinni.
Erlendur var ikki tann tingmaðurin, sum í tíð og ótíð hevði orðið, men heldur hann, sum tók lut í tjakinum, um hann metti seg hava nakað at leggja afturat tí, sum sagt varð.
Hann var elsti tingmaður, 73 ár, tá hann doyði hendan dagin í 1986.












