Eftir innbrot og roynd at gera innbrot í tveir vinnubygningar í Havn um vikuskiftið, handtók løgreglan týsdagin ein persón, sum varð mistonktur fyri innbrotini.
Av tí at maðurin hevði fleiri onnur mál hangandi yvir sær, so varð avgjørt at fara í rættin við manninum til grundlógaravhoyring nýggjársaftan. Endamálið við tí var, at maðurin kundi fáa ein straksdóm, sum tey kalla tað. Men til tað krevst, at persónurin viðgongur alt, sum hann er skuldsettur fyri. Og tað gjørdi hann.
Ein av orsøkunum til at farið var beint í rættin var eisini, at maðurin hevði onkran restdóm, tí hann áður er dømdur fyri innbrot, sum nú gav honum eyka revsing oman á dómin nýggjársaftan.
Rætturin avgjørdi, at maðurin skuldi í fongsul í 40 dagar.











