Íslendingur deyður í ukrainska herinum

Sagt verður, at maðurin er 51 ára gamli, Kjartan Sævar Ottarsson, og hann fór uppí ukrainska herin fyrst í desember í fjør

 

Tað er nú staðfest, at ein íslendingur herfyri læt lív í Ukraina, og tað er íslendska ávísin, DV, sum ber hesi tíðindi.

 

Sagt verður, at maðurin er 51 ára gamli, Kjartan Sævar Ottarsson.

 

Í einari fráboðan hjá familju hansara, váttar bróðurin, Hørður Harðarsson, at Kjartan nýliga var farin upp í ukrainska herin.

 

Seinast, hann hevði samband við beiggja sín, var hin 20. desember, og tá segði Kjartan, at hann fór at vera uttan samband í minsta lagi tvær vikur.

 

- Hann legði tó aftrat, at hann fór at seta seg í samband við meg við fyrsta høvi.

 

Hørður Harðarsson sigur, at hin 30. desember byrjaði familjan at fáa óváttaðar upplýsingar umvegis Facebook og messenger um, at beiggin varð dripin í dronuálopi.

 

- Í kvøld hava vit so fingið staðfest, at Kjartan er deyður í Ukaina, sigur familjan í fráboðanini.

 

Familjan sigur seg tíverri ikki hava fleiri upplýsingar, og tey vænta, at tað kann taka tíð, áðrenn tey frætta nærri um tað, sum er hent.

 

Í fráboðanini sigur familjan eisini, at tey ynskja ikki at gera almennar samrøður um hendingina.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at á Facebook-vanganum hjá Kjartan Sævari Ottarsson skrivar ein fylgjari hin 14. desember: Kom heim, hetta er ørt...