45 fjølmiðlafólk á Svangaskarði

Týskarar gera sjónvarpsupptøkur, og Ekstra Blaðið ger nógv burturúr Allani Simonsen

Tað eru bæði útlendsk og føroysk fjølmiðlafólk á Svangaskarði hvørja ferð landsliðið er í eldinum. Metið fyri útlendska umboðan mundi verða sett, tá spaniumenn vitjaðu fyri einum ári síðani, meðan útlendska umboðanin sjáldan man hava verið so lítil, sum hon var, tá Malta var á Svangaskarði 8. juni í ár. Tá vóru bara fýra útlendsk fjølmiðlafólk á Svangaskarði, og tey komu øll av Malta.


Beinleiðis í SvF

Hesa ferð hava 45 fjølmiðlafólk boðað frá, at tey ætla sær at koma á Svangaskarð seinnapartin í dag. Av teimum eigur Sjónvarp Føroya ikki færri enn fjúrtan. Sjónvarpið fer at senda beinleiðis frá dystinum, og til at taka upp og senda brúka teir tíggju teknikarar inni á Toftum. Harafturat hava teir fýra tíðindafólk, og við mikrofonina sita aftur hesa ferð Høgni Hoydal og Ólavur Waag Høgnesen.

Jógvan Arge er á sama plássi, sum hann er hvørja ferð landsliðið spælir, og afturat sær hevur hann Súna Merkisstein og tveir teknikarar. Fyri skrivaðu pressuna heima á landi eru fráboðanir komnar um tólv fólk. Av teimum eru fimm myndafólk.


Týskarar og danir

gera burturúr

Kekkiska sjónvarpið hevur ongan áhuga at senda frá útidystinum ímóti Føroyum. Tað man boða frá, at áhugin heima á landi er lítil, nú Kekkia ongan møguleika hevur fyri at koma við í HM endaspælið komandi summar. Men hóast sjónvarpið har niðri ger millum lítið og einki burturúr í dag, so eru tíggju onnur fjølmiðlafólk komin til Føroya úr Kekkia. Tey umboða útvarp og bløð og tíðarrit.

Tveir týskarar eru komnir til Føroya í sambandi við landsdystin seinnapartin. Teir arbeiða við einari sending um føroyskan fótbólt, og vit hava skilt, at teir ætla at senda brot úr dystinum og samrøður, sum eru gjørdar í tí sambandinum, í sendingini. Allan Simonsen er eitt kent navn í Týskalandi, og tí eru týskararnir eisini áhugaðir at gera burturúr føroyska venjaranum.

Tað er danska Ekstra Blaðið eisini. Teir hava sent ein blaðmann, Troels Christiansen, til Føroya í sambandi við henda dystin, og afturat sær hevur hann ein myndamann, sum eitur Ole Steen. jh