Ídnaður
MEST, sum er ein samanrenning av skipasmiðjunum í Havn og á Skála, bedingini í Vestmanna og fyrrverandi FJM í Runavík, hevur í hesum árinum sagt umleið 60 fólkum úr starvi. Tíðliga í hesum árinum segði felagið 25 fólkum upp, og í summar eru 35 fólk aftrat søgd úr starvi.
Neyðug tillaging
Stjórin í MEST, Eyðfinn Egholm, sigur, at uppsagnirnar, sum felagið hevur sæð seg noytt til at fremja til tess at laga fyritøkuna til minkandi virksemi, ikki bert fevna um sjálvt smiðjuvirksemi, men eisini um eitt nú goymslu-og skrivstovuvirksemi.
- Vit eru umleið 200 fólk í starvi hjá MEST í dag,
og vit vóna, at grundarlag verður fyri okkum øllum, ið eftir eru. Líkt er eisini til, at tillagingin, sum verið hevur, er á leið hon, sum tørvur nú tykist vera á.
Tórshavnar Skipasmiðja hevur heilt síðan byrjan verið ein væl rikin fyritøka, sum hevur havt avlop í rakstrinum á hvørjum ári. Men fyritøkan er eisini vaksin við keypi av øðrum smiðju-og bedingsvirksemi, eitt nú skipasmiðjuni á Skála og FJM í Runavík, sum serliga arbeiðir við rustfríum stáli.
Eyðfinn Egholm sigur, at árið í fjør gav eitt lítið avlop.
- Í fyrru helvt av 2008 høvdu vit framvegis byggisáttmála á Skála, men seinasti ársfjórðingur av árinum royndist ikki væl. Í ár hevur verið uppaftur minni virksemi, og tí hava vit verið noydd at tillaga arbeiðsorkuna og harvið lønarútreiðslurnar til minkandi virksemi.
Hampiligt summar
Eyðfinn sigur, at í løtuni eru tvey skip á bedingini hjá MEST í Havn. Hesi eru pelagiska skipið Næraberg og línuskipið Venus.
Á Skála standa tveir ísfiskatrolarar í dokkini. Teir eru Kalsevni og Grímur Kamban, eins og garnaskipið Oknin hevur staðið á bedingini á Skála seinastu vikurnar.
- Í flestu førum er talan um vanligt viðlíkahald, men í onkrum føri er talan um heldur størri arbeiði.
Hann sigur, at teir, sum eiga Oknina, bíða eftir eykaluti, og tí hevur skipið staðið uppi so leingi.
- Tað hevur verið rímiligt við virksemi í juli og higartil í august, men soleiðis, sum gongdin hevur verið tað mesta av einum ári, er ikki vanligt, at ”listin” yvir umvælingar og aðrar ábøtur er langur. Skip koma og fara, og tí er torført at meta um, hvat liggur fyri framman.
Spurdur, um tey umleið 200 fólkini, sum í dag starvast hjá MEST, kunnu vænta sær at vera verandi, endurtekur stjórin, at soleiðis, sum út sær beint í løtuni, vónar hann, at so verður.
Skifta ímillum
Minkandi virksemi hjá MEST hevur ført til, at neyðugt hevur verið at skift fólk ímillum eitt nú MEST í Havn og MEST á Skála – alt eftir, hvar skipini eru uppi, og hvørjar umvælingarnar eru.
Tá tað fyrr í summar ljóðaði, at MEST at kalla fór at gevast við sínum virksemi á Skála, vóru fólk sum hildu, at hetta illa kundi passa.
Á Skála er stór dokk og einasta dokk í Føroyum, umframt at bedingin á Skála júst er útbygd fyri nógvar miljónir.
- Nei, vit hava ikki stongt virksemi á Skála, men tað er eingin loyna, at flestu av seinastu uppsagnunum vóru har. Á Skála hava vit framvegis fólk, sum stíla fyri, og har hava vit eisini einar 12 lærlingar umframt goymslu.
Eyðfinn sigur, at samlaða talið av lærlingum hjá MEST liggur um 25-30, og hesir eru í læru innan ymisk øki í fyritøkuni, flestu tó innan smiðjuvirksemi av ymiskum slagi.
- Níggju av lærlingunum eru hjá fyrrverandi FJM í Runavík, sum serliga arbeiðir við rustfríum stáli, verksmiðjum til skip og virkir, umframt instaleringum av eitt nú kryvjimaskinum og øðrum útbúnaði til vinnuna.
Stjórin vísir á, at ein broyting í virkseminum hjá MEST er, at fólk nú í størri mun enn áður flyta ímillum arbeiðsplássinum, soleiðis sum tørvurin er.
- Hetta er alt ein partur av tillagingini til broyttu umstøðurnar, nú virksemi er nógv minni, enn tað hevur verið, sigur Eyðfinn Egholm, stjóri á MEST.