60 fólk til arbeiðis á Pelagos í Fuglafirði

Makrelurin gevur nógv arbeiði á uppsjóvarvirkjunum í løtuni, og á Pelagos í Fuglafirði arbeiða tey 24 tímar um samdøgrið allar sjey dagarnar í vikuni.

Pelagos í Fuglafirði er eitt av stóru uppsjóvarvirkjunum í Føroyum.

Sjálvt um útlitini fyri makrelinum í heyst tóktust eitt sindur daprari í ár í mun til tey góðu árini, vit hava havt, gevur makrelurin í løtuni nógv arbeiði á stóru uppsjóvarvirkjunum.

 

Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos í Fuglafirði, sigur, at har hava tey seinastu tíðina arbeitt at kalla hvønn dag.

 

- Vit arbeiða við tveimum vaktum, har hvør vaktin er 12 tímar. Tað merkir, sigur hann, at arbeitt verður alt samdøgnið, hvønn dag í vikuni.

 

Eini 60 fólk eru til arbeiðis á Pelagos í Fuglafirði.

 

- Alt eftir, hvussu nógvan makrel vit fáa, arbeiða vit eini 600, 700 ella 800 tons um samdøgrið, sigur stjórin á Pelagos.

 

Jóhan Páll Joensen vísir á, at virkið keypti nakað av makreli í juni, eitt sindur meira í juli - og í august fingu vit eisini nakað av fiski til virkingar.

 

- Í januar og februar høvdu vit eisini nakað av makreli, sild og svartkjafti, og í februar høvdu vit heilt fitt av lodnu, sum skipini fingu í íslendskum sjógvi.

 

Jóhan Páll Joensen heldur, at tað sær hampiliga gott út við makrelinum í løtuni, og hann vónar, at nóg mikið verður av fiski, soleiðis at samanhangur verður í arbeiðnum allan hendan mánaðin.

- Um alt verður, sum tað plagar, fara vit at keypa og arbeiða sild í oktober, sigur stjórin á Pelagos í Fuglafirði, Jóhan Páll Joensen.

 

##med2##

 

 

Pelagos í Fuglafirði er eitt av stóru uppsjóvarvirkjunum í Føroyum.

Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos í Fuglafirði.