Bjargingarfólk brúka bátar at koma fram til íbúgvar, sum skulu flytast burtur úr húsum sínum í Kherson økinum, eftir at stóra Nova Kakhovka byrgingin var oyðiløgd. - Foto: Alina Smutko/Reuters

600 ferkilometrar standa undir vatni í Kherson

Fleiri túsund hús standa undir vatni í Kherson økinum, har stóri Nova Kakhovka byrgingin er sprongd

 

Bjargingarfólk brúka bátar at koma fram til íbúgvar, sum skulu flytast burtur úr húsum sínum í Kherson økinum, eftir at stóra Nova Kakhovka byrgingin var oyðiløgd. - Foto: Alina Smutko/Reuters

Eitt øki upp á 600 fermetrar stendur undir vatni í Kherson økinum í syðra parti av Ukraina. Tað sigur guvernørurin í økinum í dag. 

Miðal vatnstøðan er í dag 5,61 metur, upplýsir guvernørurin, Oleksandr Prokudin.

Góðir tveir triðingar av økjunum, sum standa undir vatni, eru á vinstra áarbakka, leggur hann afturat í morgun í einum boðum á Telegram. Tað vil siga, at tað eru øki, sum Russland hevur eftirlit við.

Russiskar trygdardeildir siga í morgun sambært russisku ríkistíðindastovuni Tass, at yvir 14.000 hús eru undir vatni.

Sløl 4300 fólk eru flutt burtur úr økinum, sigur russiski herurin.

Nova Kakhovka byrgingin er í Dnepr ánni í syðra parti av Ukraina. Tað eru stór øki kring ánna, sum nú eru undir vatni.

Kherson økið tilsamans er 28.000 ferkilometrar.

Týsnáttina var greitt, at byrgingin er sprongd.

Vatn fór at fossa út á fløturnar fram við ánni, og tað hevur ført til eina stóra humanitera og umhvørvisliga vanlukku.

Higartil eru í minsta lagi trý fólk deyð av vatnflóðini, sum hevur verið av oyðileggingini av stóru Nova Kakhovka byrgingini.

Enn er ógreitt, hvør hevur framt spreingingina. Ukraina og Russland ákæra hvønn annan fyri at hava oyðilagt hana.

Býurin Nova Kakhovka, sum er í Kherson økinum, varð hersettur av russiskum deildum í februar í 2022 í sambandi við russisku innrásina í Ukraina.

Síðani hava bæði býurin og byrgingin verið undir eftirliti av russiska herinum.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Bjargingarfólk brúka bátar at koma fram til íbúgvar, sum skulu flytast burtur úr húsum sínum í Kherson økinum, eftir at stóra Nova Kakhovka byrgingin var oyðiløgd. - Foto: Alina Smutko/Reuters