Zelenskyj skal hitta umboð fyri Evropa og USA í Berlin

- Ukraina tørvar virðiligan frið og trygd fyri, at Russland, sum leyp á í februar í 2022, ikki fer at leypa á aftur, sigur Volodymyr Zelenskyj

Reuters veit í kvøld at siga, at ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, fer at hitta umboð fyri Evropa og USA í Berlin.

 

Í Týsklandi skulu umboð fyri londini tosa um grundarlagið fyri friði, sum tíðindastovan málber seg.

 

Ukrainski forsetin sigur, at landinum tørvar "virðiligan" frið og trygd fyri, at Russland, sum leyp á í februar í 2022, ikki fer at leypa á aftur.

 

Fyrr í dag søgdu umboð úr Týsklandi, at landið skal verða vertur fyri einari ukrainskari og amerikanskari sendinevnd, sum fer at røða um vápnahvíld.

 

Sambært Reuters verður ukrainski forsetin í Berlin mánadagin.