79 ÁRA LOYSINGAR-MØTI

Eftirsum tað verður hildin ein gigantisk 80 ára martyriums- og jubil-fest hjá loysingum í næsta ár, verður ársins 79 ára gráti-hald ikki so stórfingið.

Kortini ætlar man at gera eitt lítið sindur burtur úr.

 

Tað klassiska temaið um, hvussu pínd, plágað  snýtt og terroriserað vit øll  eru av danskari blokk-imperialismu  verður sjálvandi ikki forsømt, og nógvir kendir nationalir masochistar úr tí republikansku  sektini eru innbodnir at vitna og fara sjálvsagt   at

 gremja seg hjartaskerandi um, hvussu ringt teir hava tað í tí vemmiliga danska Ríkisfelagsskapinum.

 

Eftir teirra tykki finst einki land á okkara planet, sum er so fúlt sum Tað danska Ríkið.  

 

So har er ikki nógv forandrað.

 

Men í ár verður kortini ein lítil festlig broyting:

 

Tað hevur leingi verið kent um alla Skálafjarðarleiðina, at Ovurborgmeistarin, hr.  Tórbjørn Jacobsen í Runavík og á Glyvrum fyllir 70 ár tann 7. oktober, men tað eru tey fægstu, sum vita, at Vladimir Vladimirovitj Pútin eisini hevur fø'lsdag sama dag sum Tórbjørn.

 

Teir báðir vita væl av hvørjum øðrum og ætla ikki at lata dagin fara framvid uttan  republikanska markering.

 

Sjálvan grátidagin tann fjúrtanda september fer borgmeistarin í Runavík at halda eina relativt stutta røðu uppá 1 og ¾ tíma, har hann greiðir frá hvussu ættarmenn hansara í Gøtu eru  relativt nærskyldir við meginpartin av tí dannaða Europa, líka frá Mikkjali

 í Lamba og Magnusi Heinasyni til ungarska høvuðkambin Orban, russiska uttastovumannin Lavrov  og oddamannin í Kreml, megin-republikanaran, Pútin.

 

Tórbjørn er ikki smáligur, so hann og Kremlavinurin ætla at bjóða meginpartinum av Skálafjarðarbúgvum saman við russiskum gestum  til gildið tann 7. oktober.

 

Pútin ætlaði at tað skuldi fara ein vodkafløska í hvørt hús, men tað fekk tann fornermaði Eides-Erlingur forpurrað, tí hann segði tað vera persónligt móti hansara íslendskt importeraðu dropum.

 

Fø'lsdagurin  fer valla at hóva Siru og fleiri innbodnum, sum halda, at Torbjørn vansirar fjúrtanda-martyrhaldið og setir tað næstan til viks, so  fø'lsdagurin hjá politiskum oddabrøðrum  tekur heilt uppmerksemið frá martyriums-festini.

 

Pútin sjálvur  kemur ikki við til gráti-haldið, tí hann orkar ikki fyri Siru, sum nyliga  hevur verið inni á gólvinum hjá Zelenskij.

 

Men eftirsum Pútin fyllir 73  sama dag, sum Jacobsen verður 70 hava fø'lsdagsdreingirnir báðir avgjørt at hittast  umborð á einum larmandi  russiskum trolara í Runavík.

 

Men tann paranoidi Pútin vil ikki koma í land, tí hann firnast  bæði mat og drekka.

 

Tí hava Tórbjørn Jacobsen og Vladimir Vladimirovitj Pútin  avgjørt at fylkjast til sjós  í Runavík, har bæði smakki- og drekkifólk eru til taks. Jákupsstovupilturin hevur lovað at gingið russiskum kokkum til handa.

 

Menuin verður smáræsaður trolarafiskur úr Barentshavinum. Omaná verður hjallakaka, sum Lillian Weihe hevur elt saman við Siru.

 

Tann narcissistiska teggjan Carl Johan Jensen, Erlingur Eidesgarður og Sunnuleivur Rasmussen eru í øðini um, at Torbjørn og Putin loypa teggjuna heilt um og dominera gráti-festina við teirra fø'lsdags-planum.

 

Dennis er eisini harmur, men sleppur kortini at  blása tey síðstu trý ljósini í fø ĺsdagskakuni hjá Pútini.

 

Dennis sum lúnar um eina mista fergu,  ætlar  at spyrja Pútin um hann hevur eina gamla Volga-fergu sum kann avloysa Galaxy og Smyril.

 

Magni Arge, sum trívist best tá ið hann er fornermaður, er ikki við, tí hann heldur ikki hann fær pláss fyri høvuðkambum.

 

Ovurkommunala Oddakonan í Havn  hevur skapt ein betonkiligan áhuga við at krevja  at alt tingmannaliðið  hjá loysingum skal møta í ælabogalitum til grátifestina.

 

Men  nú frættist, at Høgni Hoydal hevur  fulkomuliga spilt tann litfagra festliga idyllin,  tí hann ætlar at møta i morreyðum koti

 

Tann kommunala Oddakvinnan er ovursint,  tí morreytt er avgjørt ikki nakar ælabogalitur.

 

Grátigildið verður tí rættiliga  beskeðið í ár.

 

Tó hevur Lillian Weihe játtað   at skipa fyri intensum felagsgráti á midnátt 

 

Við dyrnar  situr tó ein permanentur unglingi fjøtraður og fastbundin. Hann skiftivís  mutlar, hóttar ella goyr javnliga orðið  "Loysing" burtur úr sær.

 

Við  síðuna av honum stendur ein krukka við amerikanskari olju, sum summi  empatisk fólk leska hann við, so hann  fær ein linna viðhvørt.

 

Fólk undrast á hansara  avmarkaða orðatilfar.

 

Tað er annars fyrrverandi barnaskúlaforførari Jørgin Úlvsá

 

Hann  er fyribils ikki boðin í fø'lsdag hjá Tórbjørn og Vladimir. Teir halda hann ikki vera nakran vertskapsmann.

 

Fólk bíða  sjálvandi spent eftir jubilfestini hjá sektini í næsta ár, har man kanska fær bæði  sjálvan Pútin,  catalonarar og baskarar við.

 

 

 

Virgar Tórarson Dalsgaard