Ein vikuløn sum táttar í 80.000 krónur um vikuna.
Tað er lønin, ið læknar í føroyska heilsuverkinum fáa í summum førum.
- Hetta er ein løn, sum heilt órímilig, heldur John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Men hann staðfestir samstundis, at hetta er ein prísur, vit mugu rinda fyri, at vit hava trý sjúkrahús, sum virka sum hvør sín sjálvstøðugur stovnur.
- At vit hava trý sjúkrahús førir við sær, at vit fáa ikki fulla nyttu burtur úr pengunum, vit játta heilsuverkinum, staðfestir John Johannessen.
Hann sigur, at orsøkin til, at læknalønirnar í ávísum førum eru so høgar, er, at vit hava trý sjúkrahús og tá ið ein lækni av einum sjúkrahúsi á annað at arbeiða, fær hann eitt serligt ískoyti.
Eitt dømi um hetta eru læknaviðurskiftini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Fyri at bjarga kommunulæknaskipanini í oynni, varð ein nýggj skipan gjørd, har ein ein lækni -sum oftast ein av Landssjúkrahúsinum- fer á Suðuroyar Sjúkrahús, har hann arbeiðir sum sjúkrahúslækni um dagin, men eftir vanliga arbeiðstíð hevur hann vakt fyri at avlasta føstu kommunulæknarnar í oynni, so at teir fáa betri frið uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Varð hendan skipan ikki sett í verk, hevði tað verið ómøguligt at fáa kommunulæknar at átaka sær starv í Suðuroy, tí teir eru so fáir, at náttarvakti og vikuskiftisvaktir uttanfyri vanliga arbeiðstíð, eru alt ov nógvar.
Læknar gjørdu greitt, at teir vildu ikki søkja starv í Suðuroy, fyrrenn umstøðurnar batnaðu!
- Men tað er ein ómetaliga dýrt at hava eina skipan, har læknar fara av Landssjúkrahúsinum á Suðuroyar Sjúkrahús at hava vakt, sigur John Johannessen.
- Avleiðingin er, at læknarnir, sum fara á Suðuroyar Sjúkrahús at ganga vaktir, hava eina vikuløn, sum táttar í 80.000 krónur.
Tað kemst av, at alt verður roknað sum yvirtíð.
Men hann heldur, at tað er ein spurningur, um sjúklingarnir ikki kundu fingið betri gagn av pengunum.
Felags eind
Hetta er ein orsøk til, at hann nú ætlar at broyta lógina so at tey trý sjúkrahúsini í landinum fara at virka sum ein felags eind.
At so hetta eina sjúkrahúsið er staðsett á trimum støðum, er eitt heilt annað, men tá slepst undan at veita læknunum so stórt ískoyti, tá ið teir skifta ímillum sjúkrahúsini, tí tá er talan um eitt og sama sjúkrahús.
- Tá kundu vaktirnar á Suðuroyar Sjúkrahúsið verið ein náttúrligur partur av teirra vaktarskipan, uttan at tað kostaði hesar astronomisku upphæddirnar í ískoytisløn.
Hann viðgongur tó, at hetta verður eisini ein samráðingarspurningur um, hvussu sáttmálin skal tulkast, men sjálvandi ivast hann ikki í, at tað ber til at vinna eina loysn.
Falskir bíðilistar
John Johannessen sigur, at frá at hava trý sjúkrahús, skulu vit framyvir bara hava eitt sjúkrahús, men tað skal vera staðsett á trimum plássum.
- Tað er ongin sum helst trupulleiki, leggur hann afturat.
Men sjúkrahúsið skal hava eina leiðslu og tað merkir, at leiðslurnar á øllum trimum sjúkrahúsunum verða tiknar av og at ein nýggj felags leiðsla verður sett fyri alt heilsuverkið.
Hetta fer ikki bara at fáa týdning fyri læknalønirnar.
- Hetta fer eisini at fáa týdning fyri bíðilistarnar, tí sum støðan er nú, er ongin felags innleggingarskipan til sjúklingarnar. Í veruleikanum eru tað kommunulæknarnir sjálvir, sum gera av, hvat sjúkrahús, ein sjúklingur skal leggjast inn á og tað kemur fyri, at sjúklingar verða innskrivaðir á øll trý sjúkrahúsini fyri at stytta bíðitíðina mest møguligt.
- Tí hava vit í veruleikanum ikki yvirlit yvir, hvussu langir bíðilistarnir í veruleikanum eru.
John Johannessen sigur, at við eini felags leiðslu, verða allir sjúklingar innlagdir á Sjúkrahús Føroya og leiðslan ger síðani av, hvat av teimum trimum sjúkrahúsunum, skal viðgerða sjúklingin.
- Endamálið at leggja sjúkrahúsini saman er at játtanin til heilsuverkið verður brúkt so væl sum gjørligt og at sum mest av játtanini kemur sjúklingunum til góðar.
Bjarga smáu sjúkrahúsunum
John Johannessen er rættiliga komin í mótvind síðani hann legði ætlanina fram um at broyta sjúkrahúsbygnaðin.
Ætlanin um at leggja øll trý sjúkrahúsini saman í eitt sjúkrahús undir eini felags leiðslu, hevur nevniliga fingið serstakliga kaldliga móttøku bæði í Norðoyggjum og í Suðuroy.
Stúrt verður fyri, at verða tey smáu sjúkrahúsini avtikin sum sjálvstøðug sjúkrahús, verður tað byrjanin til endan á teimum, tí tey ivast ikki í, at ein miðsavnað leiðsla fer at niðurlagað tey smáu sjúkrahúsini.
Men John Johannessen staðfestir, at tað verður akkurát øvugt.
- Hetta verður tað, sum framtíðartryggjar virksemið á teimum báðu smáu sjúkrahúsinunum.
- Leggja vit ikki øll sjúkrahúsini saman, verður teimum smáu sjúkrahúsunum ikki lív lagað, serliga ikki Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum er landfast við Landssjúkrahúsið.
Tí skilir hann ikki hvøssu atfinningarnar úr Suðuroy og serliga úr Norðoyggjum.
- Taka vit ikki hetta stigið, er Klakvíkar Sjúkrahús í nógv størri vanda fyri at verða niðurlagt, tí hvørki faklig tilmæli ella fíggjarliga orka fara ikki at lata um seg ganga, at vit hava tvey sjálvstøðugt sjúkrahús í meginøkinum í nógv ár afturat.
- Men í einum savnaðum sjúkrahúsverki fer at bera til at gagnnýta tilfeingið í Klaksvík til fulnar í eini felags loysn.
- Framyvir verður tað ómøguligt at hava trý sjúkrahús, sum virka hvør sær, leggur hann afturat.
Eitt, sum stúrt verður fyri, er, at bráðmóttøkan á teimum smáu sjúkrahúsini fer at verða niðurlagað.
Men tað er beint tvørtur ímóti!
- Sjálvandi verða bráðmóttøkur í Suðuroy og í Klaksvík, men ætlanin er at styrkja tær við at fáa tær í eina felags skipan.
John Johannessen staðfestir, at hetta er ikki bara ein fíggjarligur spurningur.
Hetta er sanniliga eisini ein spurningur um at fáa læknar hendavegin at arbeiða.
- Sum føroyska heilsuverkið er skipað nú, er tað ein alvorligur trupulleiki at fáa læknar higar at arbeiða og tað er eitt mál, vit rætt og slætt noyðast at taka í álvara, sigur landsstýrismaðurin.
168 tímar
Sum tað sæst aðrastaðni her á síðunum, hava læknarnir, sum fara av Landssjúkrahúsinum á Suðuroyar Sjúkrahús at arbeiða, eina løn, sum táttar í 80.000 krónur um vikuna.
Hetta heldur landsstýrismaðurin er órímiligt og sær hann fyri sær, at hetta er eitt mál, sum ætlaða bygnaðarbroytingin í sjúkrahúsverkinum, skal loysa.
Men Jan Rasmussen, formaður í felagnum fyri yngri læknar, heldur ikki at lønin er órímilig.
- Fólk skulu geva sær far um, at talan er um at vera til arbeiðis allan sólarringin. Tað merkir, at tá ið ein lækni hevur havt vakt á Suðuroyar Sjúkrahúsi í eina viku, hevur hann arbeitt í 168 tímar.
- Tað gevur eina tímaløn upp á góðar 400 krónur.
Sostatt er tímalønin ikki hægri enn hjá nógvum øðrum bólkum við høgari útbúgving, staðfestir Jan Rasmussen.
John drálar
John Johannessen er bilsin av mótstøðuni, sum ætlanin at leggja Sjúkrahúsini saman undir eina felags leiðslu, hevur fingið.
Men hinvegin heldur hann, at hetta er ein staðfesting av, at vit eru mitt í einum valstríði og at politikarar hava trongd at føra seg fram.
Men hann helur kortini, at atfinningarnar eru rættiliga ósakligar.
- Tað verðu skotið mær ymiskt í skjógvarnar, sum rætt og slætt er skeivt, tí ætlanin er ikki at niðurleggja smáu sjúkrahúsini, men at framtíðartryggjað tey.
Hinvegin ætlar hann ikki at hetta skal forkoma málinum.
Hetta er eitt sera týdningarmikið mál og eg kann ikki loyva mær, at eitt valstríð skal forkoma tíð.
Tí ætlar John Johannessen at útseta málið, í hvussu so er til eftir fólkatingsvalið.
- Sjálvandi skulu suðuroyingar og norðoyingar ikki kenna seg ótryggar og eg fari at brúka ta tíð, ið krevst fyri at fáa kjakið aftur á beint, sum hann málber seg og at greiða betri frá málinum.
- Tað verður eisini sendast til hoyringar fleiri staðir enn tað er nú.
Serliga er hann tikin á bóli av hørðu atfinningunum, sum Bjørn Kalsø, sambandsmaður í Norðoyggjum hevur ført fram.
- Bjørn Kalsø hevur sjálvur samtykt hetta á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í vár, sigur John Johannessen.
- Annars er sjúkrahúspolitikkurin í Føroyum ein spurningur um at gagna øllum føroyingum og ikki bara norðoyingum og suðuroyingum.
Ein atfinning ímóti uppskotinum hevur verið, at í lógini, sum nú er, stendur, at vit hava trý sjúkrahús, men í nýggju lógini er tað tikið burtur úr?
- Ja, men eg ætli at seta í sjálvan lógartekstin, at Sjúkrahús Føroya skal vera staðsett í Klaksvík, í Havn og í Suðuroy, sigur John Johannessen.
LES EISINI GREININA: VIT MUGU SAMSTARVA BETUR