9 fólk stilla upp fyri Framsókn í Havn

Seinasti listin til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu er nú almannakunngjørdur.

Tað er Framsókn, sum er tann síðsti listin, sum vit vita um, sum skal stilla upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu, sum nú kunngerð listan.

Níggju fólk eru á listanum, sum er munandi broyttur í mun til listan á seinasta býráðsvalið í Havn. Tá varð Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vald. Umframt hana stillaðu eisini Bjarni Kárason Petersen og Karlot Hergeirsson upp. Tilsamans fingu tey trý 516 atkvøður av teimum 1267, sum flokkurin fekk. Fyri at fáa umboð valt í býráðið krevast áleið 875 atkøvður.

Tey 9 valevnini hjá Framsókn eru hesi:

1.    Christoffur Gert Nielsen

2.    Esmar Joensen

3.    Gunnvá Winther

4.    Kristian Clementsen

5.    Nicolaj Falck

6.    Róaldur Jákupsson

7.    Sjúrður Zachariasson

8.    Súsanna Køtlum

9.    Súsanna Olsen

Freistin at lata listar inn til kommunuvalið er í kvøld klokkan 18 – so tað kunnu framvegis koma bæði listar og broytingar á listinum, sum longu eru kunngjørdir.