Elsti fimleikari á motiónsliðunum hjá Dánjali Húsgarð, tá hann hevur venjingar hvørt týskvøld í Nólsoy, er 99 ára gamli Richard Jacobsen. Richard Jacobsen í Nólsoy er 99 ára gamal, og um hann hevur lív og heilsu, fyllir hann 100 ár í august næsta ár. Hetta hevur tó ikki hildið honum aftur í at møta upp í Dagtilhaldinum í Nólsoy, tá Danjal Húsgarð hevur fimleik við tilkomnum og eldri nólsoyingum.
Dánjal sigur, at Richard hevur verið millum luttakararnar í Dagtilhaldinum í Nólsoy, tá hann hevur havt motiónsfimleik við tilkomnum og eldri nólsoyingum.
- Richard er óførur. Hann hevur verið væl fyri og við atliti til høga aldurin, er hann rættiliga byrgur, sigur Dánjal.
Sjálvur hevur Dánjal Húsgarð nógv ár á baki sum fimleikari, og hann hevur eisini í mong ár skipað fyri motiónsfimleiki fyri tilkomin og eldri, bæði í Havn og á bygd.
Dánjal sigur, at hann í løtuni hevur fimleikavenjing bæði í Nólsoy og inni á fastlandinum, og í Nólsoy eru venjingar hvørt týskvøld.
- Tað er virkuliga stuttligt at síggja fólk á so høgum aldri koma til venjingar, antin tey eru meiri ella minni aktiv. Bara tey eru við, leggur hann aftrat.
Dánal Húsgarð ætlar at hava motiónsfimleik til føstulávint, og tá stilla vika byrjar, er liðugt fyri veturin.
Um Richard Jacobsen, sum var giftur Marionnu í Kongsstovu, er annars at siga, at hann gjøgnum mong ár fekst við jarðarbrúk og hevði neyt.
Sum 93 ára gamal í 2004 fór hann fyrstu ferð av landinum at vitja fólk.
- Nú eg fari út um landoddarnar, havi eg verið í Havn og fingið mær ES-pass. Hetta er fyrsta passið, eg nakrantíð havi átt, segði tá 93 ára gamli nólsoyingurin, Richard Jacobsen.