Árligi hjartastart-dagurin

Árligi hjartastart-dagurin er í oktober, og skipar Reyði Krossur tiltaki á Torginum í SMS leygardagin 19. oktober kl. 12 til 16.

Tó at eingi føroysk hagtøl eru fyri, hvussu ofta hjartastartari er nýttur, og vit tess vegna heldur ikki vita, hvussu ofta lív eru bjargað, metir Reyði Krossur, at alneyðugt er at vísa á týdningin, at øll vita, hvar hjartastartari er, og eisini hvussu hesir verða nýttir.

Fyrsta og týdningarmesta hjálpin er, at vit øll duga at veita fyrstuhjálp. Vit eiga eisini at minnast at ringja 1-1-2 og at læra okkum at nýta hjartastartara.

Á Torginum í SMS verður høvið at royna Hjarta-Lungna-Bjarging og “venjara-hjartastartara”. Høvið verður samstundis at spyrja og práta við fakfólk um rætta nýtslu. 

Kl. 12: Vælkomin

Kl. 13: Framløga

Kl. 14: Framløga

Kl. 15: Framløga

Kl. 16: Takk fyri í dag 

Børnini sleppa sjálvsagt eisini at royna at trýsta á bringuna á HLB-dukkunum. Til børnini verða eisini borð sett fram at tekna og hugna sær. 

Hevur onkur tikið egna bamsu og/ella dukku við, kunnu vit eisini spæla at ”finna hjartað” og seta hjarta-klistrimerki á bamsu/dukku, sigur Jákup av Skarði, samskipari í fyrstuhjálp.