A better life for all

Plakatin í stovuni hjá Anker Jørgensen, fyrrverandi forsætisráðharra, á Borgbjergsveg 1 í Keypmannahavn hevur rætta heitið fyri rættan Javnaðarflokk.

Tað vóru teir báðir samdir um - Jákup Lindenskov og Anker Jørgensen hetta kvøldið fyri, at dagsins fólkatingsval varð útskrivað.

Teir vóru báðir í Fólkatinginum samstundis, tá týðandi mál - eisini Føroyum viðvíkjandi - vóru framd. Eisini í hesum valstríðnum hevur Anker boðað formanni sínum, Mogens Lykketoft frá, at hann er tøkur at stríðast fyri endamálinum: »A BETTER LIFE FOR ALL«.

Málningin hjá Eyvindi Mohr, ið hómast aftan fyri Jákup á myndini, er Anker sera hugtikin av. Anker er 82 ára gamal. Nøkur ár eru síðani, at hann misti sína kæru Ingrid, men hann býr framvegis í íbúð teirra í Sydhavnen.

Anker Jørgensen varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið í 1964. Í 1972 gjørdist hann forsætismálaráðharri, tá Jens Otto Kragh legði frá sær dagin eftir fólktaatkvøðuna um EF-limaskapin. Hann var forsætismálaráðharri frá 1972-73 og frá 1975-82.

Jákup Lindenskov varð fyrstu ferð valdur í Løgtingið í 1958. Hann var landsstýrismaður frá 1968-79. Hann var fólkatingsmaður frá 1979-84, 1987-88 og frá 1990-93. Hann gavst í politikki tá hann ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1994.


-------

MYNDATEKSTUR:

Jákup Lindenskov og Anker Jørgensen, fyrrverandi forsætisráðharri, hittust heima hjá Ankeri á Borgbjergsvej í Keypmannahavn dagin fyri, at dagsins fólkatingsval varð útskrivað. Hóast tey 82 árini hevur Anker Jørgensen eisini verið virkin í valstríðnum hesaferð