Norska fótbóltsfelagið Ranheim og svenska meistarafelagið Mjällby eru komin ásamt um at 21 ára gamli Áki Samuelsen, sum upprunaliga kemur úr HB, skiftir til svenska meistarafelagið 1. januar.
Áleyparin úr Føroyum kom til Ranheim í januar í ár og gjøgnum eitt gott kappingarár bæði fyri liðið og hann, hevur tað skapt áhuga frá øðrum feløgum, skrivar norska felagið Ranheim.
– Hetta er eitt skifti, sum er gótt fyri Ranheim og gott fyri Áka. Vit fegnast um, at svensk meistarafelagið hyggur eftir Ranheim. Tað sigur nakað um dygdina á arbeiðinum, sum øll í okkara felag stuðla undir at skapa og vísir, at ungir leikarar kunnu koma til Ranheim, taka stór stig í góðum umhvørvi og fara víðari. Tað gevur eisini nýggjum leikarum møguleika at taka pallin og stuðla okkara framhaldandi menning sum lið inn í 2026, sigur ítróttarstjórin Kåre Ingebrigtsen við heimasíðuna hjá norska felagnum.
– Vit takka Áka fyri tíðina í Ranheim og ynskja honum hjartaliga til lukku við Mjällby og Champions League undankappingini í summar, skrivar felagið.
Nú eru tveir føroyingar í bestu svensku deildini, Allsvenskan. Umframt Áka er Mattias Hellisdal, sum júst er fluttur upp í Allsvenskan við Västerås. Mikkjal Thomasen er venjari hjá svenska felagnum AIK, sum eisini spælir í Allsvenskan.











