Stríðsval at sleppa í nevndina í Fiskimannafelagnum

Nú Føroya Fiskimannafelag hevur hildið landsfund, eru trý nýggj andlit í nevnd felagsins

Á myndini f.v. Esmar Mikkelsen, John F. Haraldsen og  Erling Jacobsen, allir eru nývaldir

Í gjár helt Fiskimannafelagið landsfund í Løkshøll í Runavík. Fyri fyrstu fer í søgu felagsins skuldu nevndalimirnir veljast beinleiðis á sjálvum landsfundinum.

 

Við broytingini er skipanin við økisvaldum nevndarlimum í hvørjari sýslu sær burtur.

 

Á landsfundinum í ár skuldi sekst nevndarlimir veljast.

 

Fyri fundin var greitt, at Sámal Poulsen og Sólberg Olsen, sum vóru valdir ávikavist í Suðuroy og Vágum, ikki stillaðu uppaftur. Hinir, Magnus Pauli Glerfoss, Per Á Sýnini, Sniálvur Røvilsberg, Hans Vilhelm Danielsen, stillaðu allir uppaftur. 

 

Tað gjørdist tískil stríðsval at sleppa í nevndina, tá seks nevndarlimir skuldu veljast, og valevnini vóru átta í tali.

 

Valdir vórðu Erling Jacobsen, Gøtu og  Hans Vilhelm Danielsen, Tórshavn, Per á Sýnini, Runavík, Sniálvur Røvilsberg, Skopun, Esmar Mikkelsen, Syðrugøtu og John F. Haraldsen úr Sandavági.

 

Varalimir eru nú Pól Fuglø, Norðdepli og Magnus Pauli Glerfoss, Klaksvík.

 

- Nýggja nevndin tekur við hin 1. februar 2026, veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga.

 

 

 

Á myndini f.v. Esmar Mikkelsen, John F. Haraldsen og  Erling Jacobsen, allir eru nývaldir