Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir í THW Kiel vera liðfelagar við 36 ára gomlu, kroatisku legenduna, Domagoj Duvnjak hálvtannað ár aftrat.
Kiel hevur almannakunngjørt, at tey hava longt við Domagoj Duvnjak til kappingarendan í 2027.
36 ára gamli liðskiparin hevur spælt við Kiel síðani 2014. Hann hevur við liðnum vunnið fýra meistaraheiti, fýra steypakappingar, umframt Champions League.
Domagoj Duvnjak var valdur at vera MVP í bundesliguni í 2020. Afturi í 2013 var Domagoj Duvnjak valdur at vera heimsins besti hondbóltsleikari.
Við týskar miðlar sigur Domagoj Duvnjak, at hann er vónríkur um tað, ið eftir er av kappingarárinum.











