Á Skála verður tað botnur og toppur

Dagsskráirnar eru heilt ymiskar, tá ið Skála seinnapartin fær vitjan av FM favorittunum

Skálamenn høvdu alla orsøk at fegnast, tá ið teir 29. juni vunnu 5-0 á heimavølli ímóti AB. Síðani hevur Skála spælt fýra dystir og tapt allar.

Skála er aftast, og KÍ er fremst. Klokkan 17 í dag fær Skála vitjan úr Klaksvík.

 

Dagsskráirnar eru heilt ymiskar. Hjá Skála er brekkan fram ímóti at sleppa undan niðurflyting øgiliga brøtt, tí um niðurflytingin ikki skal verða veruleiki, so er neyðugt í sjey teimum seinastu umførunum at vinna 10 stig fleiri enn kappingarneytarnir. Tað ber neyvan til, men tað vil ikki siga, at skálamenn í dag ikki hava fokus á uppgerðini seinnapartin og ætla sær at vinna annan sigurin í ár.

 

Hjá Skála kemur tað illa við, at toppskjúttin Poul Kallsberg og miðvallarin Steinbjørn Olsen eru darvaðir av skaðum, og at Andreas Egeberg Jacobsen og Teitur R. Joensen eru langtíðarskaddir.

 

Eftir 1-1 javnleikin ímóti B36 hóskvøldið snýr sigur støðutalvan, at KÍ er í mesta lagi fýra sigrar frá at endurvinna FM heitið. Tveir av dystunum eru ímóti Skála – í dag á útivølli og í næstsíðsta umfari á heimavølli.

 

Tá ið tað er stutt millum umførini vísir tað seg ofta, at eldru spælararnir eru so mikið viðtiknir, at teir ikki eru førir fyri at spæla. Deni Pavlovic noyddist av vøllinum hóskvøldið, og tað kann væl vera, at hann ikki verður við í dag. Heini Vatnsdak er tøkur aftur eftir leikbann, og Jesper Brinck er komin sege so mikið, eftir at hann fyrr í summar brákaði rivjabein, at hann hóskvøldið var á beinkinum. Tað er ivasamt, um Odmar Færø og Mads Bo Mikkelsen, sum ikki var við ímóti B36, vera førir fyri at spæla í dag. Óli Eyðsteinsson Poulsen er skaddur í fótinum.

 

Skálamenn høvdu alla orsøk at fegnast, tá ið teir 29. juni vunnu 5-0 á heimavølli ímóti AB. Síðani hevur Skála spælt fýra dystir og tapt allar.