EFFO DEILDIN: AB vann 3-1 móti EB/Streymi í kvøld, og hevur lyft seg uppá 7. pláss á Òlavsøku, og KÍ var og vitjaði 07 Vestur í Sørvági í dag. Tann dystin vann 07 Vestur 2.-1.
07 Vestur - Kí:
Fyrst legði Tór-Ingar Akselsen 07 vestur á odda, síðan javnaði Páll Klettskarð fyri KÍ og seinni legði Tór-Ingar Akselsen aftur 07 Vestur á odda.
1-0 Tór-Ingar Akselsen (7 min)
1-1 Páll Klettskarð (35 min)
2-1 Tór-Ingar Akselsen (66 min)
og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.
07Vestur hevur nú 11 stig, meðan KÍ verður standandi við 19 stigum. Hetta er bert annar sigurin hjá liðnum úr Vágum hetta kappingarárið!
EB/Streymur var á Argjum í dag og spældi ímóti AB. Tann dysturin gekk soleiðis:
4 min - Mál til AB , Morten Overgaard hevur lagt AB á odda 1-0
6 min - Jobin Drangastein hevur lagt AB á odda 2-0 ! EB/Streymur misti bóltin í uppspælinum, so var AB skjótir at straffa, tá Keita avleveraði til Jobin, sum setti hann í málið
10 min - AB hevur veruliga víst tenn fyrstu 10 min, og blíva við at trýsta EB/Streym, ið virka heldur ótryggir við bóltinum
16 min - Flott spæl av EB/Streymi, ið endar við at Leif Niclasen skjýtur á stongina!
20 min - Tað er høgt tempo á Argjum og spælið gongur skjótt aftur og fram. Dómarin Dagfinn Forná hevur givið Dion Splidt gula kortið.
23 min - EB/Streymur hevur fingið meira gongd í nú og hava bóltin nógv, meðan AB hevur lagt seg sindur meira aftur.
29 min - 2-1. Leif Niclasen skorar sítt 11. mál í ár, tá hann kemur at standa púra leysur og setur bóltin trygt í málið.
38 min - Síðan málið hevur spælið gingið aftur og fram, uttan nakran møguleika til hvørki av liðnum.
40 min - Góður møguleiki til AB. Eftir flott uppspæl, leggur Jónas Stenberg bóltin innfyri, har Mikkjal Hentze kemur at standa væl fyri, men skotið hjá honum fer omanfyri málið.
42 min - EB/Streymur hevur gjørt eina útskifting, Rógvi E. Nielsen er farin út, og í hansara stað er 17 ára gamli Jóhannes Hansen komin inn.
Hálvleikur er á Argjum. AB var á odda 2-0 tá 6 min vóru farnir, við málum frá Morten Overgaard og Jobin Drangastein. Tá 29 min vóru farnir skoraði Leif Niclasen til 2-1.
Nú verður byrja aftur, hvørki av liðunum hava gjørt nakra broyting.
46 min - Gunnar Zachariasen fær ein góðan møguleika, men skotið hjá honum endar beint á Símun Rógva Hansen.
51 min - Ahmed Keita hevur eina góða roynd, men skotið hjá honum fer viðsíðunar av.
54 min - AB ger sína fyrstu útskifting, út fer Ahmed Keita og inn fyri hann kemur Karstin Højgaard
56 min - 3-1 til AB ! Jobin Drangastein hevur við høvdium skorað sítt næsta mál í dag.
60 min - Brian Olsen er komin inn fyri Niels Paula Danielsen hjá EB/Streymi
67 min - AB vísur at teir eru í uppgongd. Teir eru fyrst á hvørjum bólti og vinna allar nær dystinar.
75 min - Tað farligasta EB/Streymur koma fram til í løtuni, hava eru nakrir langir bóltar inn í 16 meturin. AB týkist at hava tamarhald á støðuni.
77 min - Dánjal Davidsen hevur fingi gult kort fyri at stegða einum AB álopi.
77 min - Reytt kort til DIon Splidt ! Eftir at skulla skjóta fríspark sjálvur, gevur Dagfinn Forná, Dion Splidt hjá AB, sítt annað gula kort, fyri at fyrst brúka tíð, síðan at siga okkurt við hann. Ein heldur løgin støða, ið endar við reyðum korti til Dion, so nú muga AB royna at verja 3-1 leiðsluna við 10 monnum !
81 min - AB ger sína næstu útskifting, út fer 2 málskjúttin Jobin Drangastein og inn fyri hann kemur Bjartur Kjærbo.
83 min - EB/streymur fær bóltin í málið, men dómarin dømur fríspark til AB, og hevur gult kort til Arnar Dam.
86 min - So ger AB sína síðstu útskifting, út fer liðskiparin hjá AB, Jónas Stenberg og inn kemur Leivur Holm Joensen.
89 min - Petur Reinert ið er 4. dómari í dag hevur víst at tað skulla spæla 4 min afturat.
Liðugt ! AB hevur vunni 3-1 móti EB/Streymi og hevur lyft seg uppá 7. pláss á Òlavsøku. Meðan vónin hjá EB/Streymi at fanga HB sær svørt út.