Fyrr í ár hevur AB tvær ferðir vunnið ímóti grannunum í B36. 3-1 á heimavølli og 2-1 á útivølli.
Í gjár varð B36 inni í Vika á Argjum roknað sum ein av møguligu snávingarsteinunum á veg ímóti uppflytingini, sum AB er stórfavorittur at vinna.
AB vann 1-0, og harvið styrtu argjamenn møguleikan at vinna uppflyting í bestu deildina, sum AB í 2023 flutti niður úr. Einasta málið varð skorað, tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Í nógvum vindi og regni legði Sjúrður Henriksen við hornasparki bóltin inn fyri málið, har Dánjal Danielsen stýrdi bóltin í málið. Dánjal hevur nú skorað í átta dystum á rað, og hann er AB toppskjútti við 16 málum.
Nú tað eru fýra umfør eftir, er AB næstfremst við 59 stigum. Tað eru níggju stig aftur til B71, sum er einasti avbjóðarin aftanfyri argjamenn. Møguleikin er tó ikki serliga stórur fyri, at uppflytingin verður staðfest longu leygardagin, tá ið AB fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, tí tá eigur B71 heimavøll ímóti niðurflutta 07 Vestur.
Annan leygardag fer B71 at spæla á útivølli ímóti Skála, og tá kann tað væl vera, at AB við sigri í Sørvági fer at tryggja sær plássið í bestu deildini.
Í fýra teimum síðstu dystunum fer AB at spæla ímóti EB/Streymi (ú), 07 Vestur (ú), B71 (h) og Skála (ú).