Liðini hjá Gunnari Vatnhamar og Jóan Símuni Edmundssyni, Víkingur Reykjavík og KA Akureyri vunnu bæði sínar dystir í dag.
Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík í dysti í ovara endaspælinum vunnu 2-1 á Fram á Víkingsvøllinum.
Helgi Guðjónsson legði Víking á odda við einum brotssparki í 56. minutti. 14 minuttir seinni javnaði Fram til 1-1, men tað gingu bert níggju minuttir, so hevði Gylfi Þór Sigurðsson við einum hørðum skoti lagt Víking á odda aftur.
Víkingur Reykjavík er einsamalt oddalið við 45 stigum. Stjarnan hevur 41 stig og Valur hevur 40 stig. Valur kann tó við sigri á Breiðablik í annaðkvøld koma upp á 43 stig.
Mánakvøldið 29. september klokkan 20.15 tekur Stjarnan móti Víkingi Reykjavík.
Jóan Símun Edmundsson var á vøllinum í 73 minuttir, tá hann og liðfelagarnir á heimavølli vunnu 4-2 á KR í niðara endaspælinum. KR var á odda 2-1 í steðginum, men KA var greitt omaná í seinna hálvleiki.
KA-KR 4-2 (1-2)
0-1 Aron Sigurðarson ('14 )
1-1 Ingimar Torbjörnsson Stöle ('22 )
1-2 Aron Sigurðarson ('43 )
2-2 Birnir Snær Ingason ('48 )
3-2 Birnir Snær Ingason ('52 )
4-2 Andri Fannar Stefánsson ('94 )
KA er fremst í niðara endaspælinum við 32 stigum. ÍBV er nummar tvey við 30 stigum, og Vestri er nummar trý við 27 stigum.
Komandi sunnudag klokkan 17 spælir KA dyst á útivølli móti Garðabær.