B36 hevur vunnið niðara endaspælið

Skála ÍF kann ikki røkka B36 á fremsta plássinum

Mynd: FSF

Kvinnurnar hjá B36 hava vunnið niðara endaspælið í Betrideildini hjá kvinnum, hóast tvey umfør eru eftir at leika.

 

B36 vann á Hoyvíksvøllinum 2-0 á FC Hoyvík. Ester Ellingsgaard legði B36 á odda í 15. minutti. Sigrið Hansdóttir staðfesti sigurin í 72. minutti.

 

B36 og FC Hoyvík hittast aftur í minnu steypafinaluni komandi leygardag.

 

Nú tvey umfør eru eftir hevur B36 34 stig. Skála ÍF hevur 25 stig, og kann í mesta lagi røkka 31 stigum. 07 Vestur hevur 12 stig, og FC Hoyvík er aftast við fýra stigum.

 

Skála ÍF vann á Dungasandi í Sørvági heili 11-1 á 07 Vestur. Í steðginum var støðan 6-1.

 

Sara Benjaminsen skoraði trý mál. Hinir málskjúttarnir hjá Skála ÍF vóru Arnfríð Jacobsen tvey mál, Lilja Dam Jacobsen, Hanna S. Petersen, Alda Petersen, Sunnvá Fagradal, Ranja Fríða Benjaminsdóttir og Birna T. Mikkelsen.

 

Kristina Gásdal skoraði málið hjá 07 Vestur.

 

Kelda: dystir.fo

 

Mynd: FSF