Tað er stór kapping um at sleppa undan at flyta niður. 07 Vestur er flutt niður, og kappingin um at sleppa undan hinum niðurflytingarplássinum er millum KÍ, NSÍ, B36 og EB/Streym. KÍ hevur 20 stig, NSÍ og B36 hava 21 stig, og EB/Streymur hevur 22 stig.
Í gjár lyfti NSÍ seg upp um strikuna við at vinna stórsigur á útivølli ímóti EB/Streymi. NSÍ vann 7-1, og áðrenn ein hálvur tími var farin, hevði Pól Jóhannus Justinussen skorað reint hattrikk.
Síðani hann í summar flutti úr 07 Vestur og aftur í NSÍ hevur tað ikki gingið væl hjá Mikkel Elbæk Jakobsen, sum ikki hevur megnað at vunnið pláss á besta liðnum. Í gjár var hann á næstbesta liðnum, og undan steðginum økti hann um munin til 4-0. Í seinna hálvleiki skoraði Áron Høj tvær ferðir og Benadiktus Olsen einaferð.
Ingolf Aron Tvørfoss skoraði málið hjá EB/Streymi.
Ivaleyst hevði tað manningarligan týdning, at besta NSÍ liðið fríggjakvøldið vann 3-1 á Toftum, meðan besta liðið hjá EB/Streymi ikki spældi í Klaksvík fyrrenn í dag (KÍ vann 6-2).
Á liðnum hjá NSÍ vóru umframt Mikkel Elbæk Jakobsen eitt nú Lars Markmanrud og Henrik Osen og so Betuel Hansen, sum eftir slitið krossband var á vøllinum í fyrra hálvleiki. Hjá EB/Streymi vóru Jógvan E. Ósá og Kristian Svabo Eliasen teir einastu, sum síðani summarsteðgin hava spælt ikki so lítið á besta liðnum.
KÍ var á Sandi, har tað eydnaðist at halda tørn um 1-1, inntil vanliga leiktíðin var farin. Tá skoraði Alejandro Medina 2-1 sigursmálið. Hetta var fyrsta málið hjá 21 ára gamla amerikumanninum, síðani hann í vetur flutti úr MB og suður í B71. Í gjár var hann fyri 21. ferð á B71 liðnum í landskappingini.
Danski Lucas Ørneborg legði miðskeiðis í fyrra hálvleiki B71 framum, og fýra minuttir undan leikloki javnaði Latif Ahmed, og so var tað, at sandoyingar fýra minuttir seinni skoraðu 2-1 sigursmálið.
Í grannauppgerðini í Fuglafirði, har Víkingur var gestur, bríkslaði dómarin dystin av, tá ið tað restaðu 10 minuttir av fyrra hálvleiki. Tá var støðan 1-0 til Víking. Arthur Højgaard, sum var dómari, metti, at hvirlurnar vóru so hvassar, at tað ikki var ráðiligt at halda fram at spæla, tá ið málini, sum stóðu norðanfyri vøllin, vórðu tikin av vindinum.
Leygardagin 27. september
EB/Streymur – AB
NSÍ – KÍ
Skála – Víkingur
B36 – ÍF
B71 – 07 Vestur