Landsliðsliðskiparin, Ásla Johannesen og liðfelagarnir í Piteå spældu ígjár dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini, Damallsvenskan á útivølli móti AIK Stockholm.
AIK Stockholm legði seg á odda, tá eitt korter var farið av dystinum. Beint undan steðginum javnaði Ásla við einum dreymahøggi úr 19 metrum, tá hon fangaði ein returbólt uttanfyri brotsteigin. Sigursmálið Olivia Garcia skoraði fyri heimaliðið í 81. minutti var eisini eitt framúr vakurt langskotsmál.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Trýst á videobrotið sum eitur: "Höjdpunkter: AIK-Piteå IF DFF"
Piteå er nummar sjey í deildini við 10 stigum fyri seks dystir.
Fríggjadagin klokkan 17 hevur Piteå dyst á heimavølli móti Djurgården.











