Í skrivandi stund fundast Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Tinganesi, meðan andstøðan situr á Gamla Apoteki Einki er nýtt viðvíkjandi samgongusamráðingunum. Klokkan 13.30 sessaðust teir tríggir flokkarnir í samgongu, Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin.
Fundurin fer fram úti í Tinganesi, meðan andstøðan situr eftir á Gamla Apoteki.
- Einki nýtt er at frætta. Í løtuni verða møguleikarnir kannaðir fyri einum framhaldandi ABC-samstarvi, men enn er einki ítøkiligt at skriva heim um, segði tinglimur Javnaðarfloksins John Johannesen á Gamla Apoteki fyri lítlari løtu síðani.