ABC tosa um samgongu í kvøld

Í kvøld eru tvey umboð fyri A,B, og C farin á fund at tosa saman um møguleikarnar fyri eini stórari og sterkari samgongu Fundurin byrjaði nakað eftir klokkan 22 í kvøld.

Tað vera løgmaður og John Johannessen fyri Javnaðarflokkin, Kaj Leo Johannesen og Johan Dahl fyri Sambandsflokkin og Jørgen Niclasen og Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin.

Endamálið við fundinum í kvøld er ikki sum so at samráðast um eina nýggja samgongu, men endamálið er at vita um grundarlag er fyri at fara undir veruligar samráðingar.

Og tað er nógv, sum bendir á, at talan verður um samráðingar í morgin árini, tí keldur á Gamla Apoteki, har samráðingarnar vóru, søgdu, at fundarmenninir sótu eisini og gjørdu eina ætlan fyri, hvussu møguligar samráðingar í morgin skulu vera.

Vónirnar fyri eini samgongu eru eisini hampiliga bjartar, men allir partar avsanna staðiliga leysasøgurnar um, í veruleikanum var ABC samgongan longu í pottinum um vikuskiftið, og at løgmaður koyrdi ikki Tjóðveldið til hús, fyrrenn hann hevði tryggjað sær nýggja samgongu.

Allir partar tvíhalda um, at teir vistu líka lítið um tað sum hendi í dag, sum øll hini.

Annars skuldi tingfundur vera í morgin, men tað skilst, at hann helst verður stuttur, tí tey tingfólk, sum hava mál til viðgerar, fara at biðja um at fáa tey útsett til seinni.

Tað einasta, sum kann fáa tingfundin at draga út, er, at Tjóðveldið leggur uppskot um misálit á løgmann og tað eru tað faktiskt summi sum vænta, tí so skal tað takast framum øll hini.

Men fara ABC til samráðingar í morgin, er ongin møguleiki at fáa undirtøku fyri einum misáliti og tað kann sjálvandi forða Tjóðveldinum í at leggja tað fram yvirhøvur.