Abraham og Símun skulu hjálpa ÍF

Fótbóltur: Men hvørgin teirra verður við, tá HB kemur til Fuglafirðar

Fótbóltslagið hevur ikki verið nakað serligt í Fuglafirði í hesi vikuni. Sunnudagin tapti ÍF 6-0 á Sandi, og tað høvdu teir ikki roknað við frammanundan. Aftasti verjumaðurin, Chris Knight, varð rikin av vølli og verður ikki við móti HB, og tað vil siga, at liðið skal umskipast.

Abraham Hansen hevur hesar báðar síðstu vikurnar verið í Fuglafirði og vant í barndómsfelagnum, sum hann fyri tjúgu árum síðani var við til at vinna einasta FM heitið higartil til felagið. Men Abraham hevur ein lítlan skaða, og tað ger, at hann ikki fær spælt í morgin. Fuglfirðingar, sum í hesi vikuni hava verið heima hjá venjaranum og tosað um tingini, rokna eisini við at fáa hjálp frá Símuni Eliasen, sum kemur heim í summarfrí. Gongur sum ætlað, verður hann við næsta sunnudag og síðsta dystin undan summarsteðginum og so í fimm dystum eftir summarsteðgin.

Torstein Joensen fór út við skaða á Sandi, men hann var aftur til venjing hóskvøldið og verður við í morgin.

Í HB skulu teir royna seg í dysti 1, eftir at Allan Mørkøre er farin úr felagnum. Allir eru tøkir, og so er spurningurin, hvussu teir velja at stilla upp. Tað hevur sjálvandi órógvað venjingina í síðstu viku og hesa vikuna, at landsliðsmenninir hava verið burtur frá, men sjálvsagt má HB metast at vera favorittur í Fuglafirði.

Í fjør hølvaði HB ÍF av, og tað gjørdu teir eisini í steypakappingini fyrr í ár. Men ta ferðina vístu fuglfirðingar leingi, at HB var til at tosa við. So er spurningurin, hvussu tað verður við hesum í morgin. Á pappírinum sær HB út til undan summarsteðginum at hava minni torførar uppgávur enn hini oddaliðini. Annan sunnudag taka teir ímóti B68, og í síðsta umfarinum skulu teir suður til Sands.