Adrian bjargaði HB

Inntil í næstsíðsta miutti vóru favorittarnir illa kroystir, men so umsetti Adrian Justinussen fríspark til sigursmálið

Teir eru lættir í HB leguni – á og kring vøllin – nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum undir Mýruhjalla á Skála.

 

Fyrsta hálva tíman var stórt fýrverk, tá ið skálamenn løgdu seg á odda, og HB so svaraði aftur og skoraði tvey mál, áðrenn Skála javnaði til 2-2.

 

So vórðu ikki fleiril mál skorað, inntil tað restaði ein minuttir. Tá bríkslaði dómarin fyri frísparki til HB dygst uttanfyri brotsteigin og eitt sindur til vinstru. Skála setti verjugarð, men Adrian Justinussen smekkaði til, og bólturin sigldi omanfyri manngarðin og dygst inn við nærra stólpa.

 

Hetta var stórur lætti fyri favorittarnar, tí tað var alt annað enn hugaligt, at teirra lið tóktist hava kós móti triðja javnleikinum á rað.

 

Eftir upplegg frá Poul Kallsberg var tað Andreas Egeberg Jacobsen, sum eftir stórar tíggju minuttir legði heimaliðið á odda 1-0. Átta minuttir seinni var støðan 2-1 til HB. Heðin Hansen javnaði, og Adrian Justinussen átti uppleggið, tá ið Stefan Radosavljevic legði HB framum 2-1.

 

Eftir lítlan hálvan tíma var HB málverjin óheppin at gera sjálvmál, og so myndaðist tað soleiðis, at HB var nógv meiri á bóltinum, meðan Skála var í verjustøðu og lúrdi eftir møguleikanum at fara í mótálop.

 

Tað vóru fleiri spentar støður í brotsteiginum hjá Skála, enn tað vóru í HB brotsteiginum, men talan var ikki um nógvar upplagdar møguleikar, og tá var ikki so stórur munur á.

 

-Vit eru vónbrotnir, tí tað ikki eydnaðist at vinna stig, men verjuskipanin riggaði leingi væl, og tað bar við sær, at HB kendi press á sær. Men so var tað Adrian Justinussen, sum við frísparki skoraði sigursmálið, og tað harmast vit um, sigur Poul Kallsberg hjá Skála.

 

Heri H. Mohr hjá HB kennir seg lættan:

 

-Vit høvdu vónað at tað fór at bera til at skora fleiri mál fyrr í dystinum, so tað ikki varð so spennandi, men tað eydnaðist ikki, og nú eru vit ógvuliga fegnir um, at tað eydnaðist at vinna øll stigini, hóast vit ikki høvdu tann frið yvir spælinum, sum vit vita, at vit eiga at megna, sigur Heri H. Mohr hjá HB.