Adrian R. Justinussen og Poul Kallsberg vóru báðir við frá dystarbyrjan, tá Hillerød á heimavølli vann 2-1 á AC Horsens í Farum.
Tá 32 minuttir vóru leiktir legði Poul bóltin hegnisliga inn fyri til Adrian, ið við høgra beininum beindi bóltin í málið til 1-0. Tá 70 minuttir vóru leiktir javnaði útiliðið, men seks minuttir seinni skoraði Adrian sigursmálið hjá Hillerød við einum flottum frísparksmáli. Adrian hevur nú skotið sjey mál í 11 dystum hetta kappingarárið.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja vakra frísparksmálið hjá Adriani.
Hillerød er næstfremst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 20 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri oddaliðið, Lyngby sum hevur 21 stig.
Komandi leygardag klokkan 13 hevur Hillerød dyst á útivølli móti uppflytarunum, Middelfart.