NATO økir um eftirlitið í Eystrasalti eftir brot á dronuflúgving

Økt fregnartænasta, eftirlit og kanning og útseting av fregatt eru svarið hjá NATO til flogfør og dronur.

Admiral Giuseppe Cavo Dragone, sum er formaður í hernaðarnevndini hjá NATO, segði í sambandi við fundin í dag í Riga í Lettlandi, at NATO stuðlar øllum limalondunum, sum hava upplivað brot á loftrúmið. - Mynd: Ints Kalnins/Reuters

NATO sendir í minsta lagi eina loftverjufregatt til økið Eystrasalt og økir um eftirlitið eftir millum annað dronuhendingar í Danmark.

Tað boðar NATO frá fyri Reuters.

Í fráboðan send tíðindastovuni sigur vesturlendska verjusamgongan, at nýggja tiltakið fevnir um "fregnartænastu-, eftirlits- og kanningarpallar og í minsta lagi eina loftverjufregatt".

Ein talsmaður fyri NATO vildi ikki geva nærri upplýsingar fyri Reuters um, hvørji lond fara at stuðla økta eftirlitinum.

Tiltakið í Eystursjónum er ein styrking av Operation "Baltic Sentry", sum varð sett í verk í januar eftir fleiri hendingar, eitt nú slit á kaðlum á havbotninum.

NATO-londini hava longu sett fregattir, flogfør og dronur í verk fyri at verja týðandi undirstøðukervi.

Ritzau roynir leygarkvøldið at fáa eina viðmerking frá Verjumálaráðnum.

Fráboðanin frá NATO kemur eftir ein fund í Lettlandi leygardagin. Stabsleiðararnir í hernaðarnevndini hjá NATO eru her leygardagin at umrøða russiskar luftbornar provokatiónir.

Umframt Danmark hava fleiri onnur lond meldað russisk brot á loftrúmið hjá NATO.

Fundurin í hernaðarnevndini hjá NATO hevur verið ætlaður í eina tíð.

Leygardagin heitti lettiski forsetin, Edgars Rinkevics, á NATO um at økja verjuna av baltisku londunum í kjalarvørrinum av russiskum brotum á loftrúmið hjá samgonguni.

- Russland heldur fram við einum mynstri av provokatiónum, seinast við at ábyrgdarleyst bróta loftrúmið yvir Póllandi og Estlandi, sigur hann sambært Reuters.

Á fundinum segði admiralurin og formaðurin í nevndini, Giuseppe Cavo Dragone, at NATO stuðlar øllum londum, sum hava upplivað brot á loftrúmið.

- Undirtøkan hjá samgonguni hevur verið sterk og verður bara framhaldandi styrkt.

- Hesar gerðir eru økjandi, fyrilitsleysar og seta lív í vanda, og Russland ber fulla ábyrgd, helt admiralurin fram, sambært tíðindastovuni dpa.

Russland hevur støðugt noktað at standa aftanfyri.

Fleiri lond hava meldað brot á loftrúmið. Talan er um Pólland, Finnland, Lettland, Litava, Noreg og Rumenia. Fleiri hava upplivað brot av russiskum hernaðarflogførum.

Nato-stríðsflogfør hava patruljerað í loftrúminum yvir baltisku londunum síðani 2004. Jagraflogførini eru klár at fara á flog, um onnur flogfør koma inn í loftrúmið hjá NATO.

Eftir hendingina yvir Póllandi fór NATO fyrr í september undir átakið "Eastern Sentry" fyri at styrkja verjuna fram við øllum eystara marki sínum. Men baltisku londini hava sagt, at tey framvegis hava brúk fyri meira verju.

Danmark hevur seinastu vikuna boðað frá dronuflúgving á millum annað flogvøllum.

Myndugleikarnir hava ikki funnið út av, hvør stendur aftanfyri. Tað er heldur ikki greitt, um talan er um ein ella fleiri einstaklingar ella aktørar.

 

/Ritzau/

 

Admiral Giuseppe Cavo Dragone, sum er formaður í hernaðarnevndini hjá NATO, segði í sambandi við fundin í dag í Riga í Lettlandi, at NATO stuðlar øllum limalondunum, sum hava upplivað brot á loftrúmið. - Mynd: Ints Kalnins/Reuters