Veljarakanningin fyrst í september mánaði gav ábendingar um, at fullveldisætlanin hjá landsstýrinum hevur breiða undirtøku millum føroyingar. Samstundis hevur andstøðan sagt seg vera til reiðar at gera broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Men uttan mun til hvør loysn ið verður tann endaliga, so vera stór krøv sett til ta føroysku samfelagsmenningina. Samfelagsgongdin seinnu árini sýnir greitt, at vit undir øllum umstøðum fáa fulla ábyrgd av øllum avgerðunum um og avleiðingunum av, hvussu føroyska samfelagið skal skipast framyvir.
Í orðaskiftinum um fullveldið verður ferð eftir ferð vent aftur til, at ein av fyritreytinum fyri einum sjálvberandi Føroyum er, at vinnulívið skal kasta meira av sær, enn tað ger í dag. Tí er greitt, at fyritreytir mugu skapast, fyri at føroyska vinnulívið kann gerast meira fjøltáttað. Og júst hetta er sjálvur kjarnuspurningurin: Hvussu skapa vit hesar fyritreytirnar?
Líta vit út í heimin eftir samfeløgum, ið minna um okkara, síggja vit, at grundarlagið undir einum fjøltáttaðum vinnulívi er eitt mennandi samanspæl millum almenna og privata sektorin. Men hetta er kortini ikki altíð galdandi. Eitt dømi, at samantvinningin kann føra til búskaparligar vanlukkur, eru tey føroysku 80?ini. Hetta vóru ógvuliga dýrir lærupengar, men júst tí er tað umráðandi, at vit læra nakað av mistøkum okkara. Spurningurin er tí, hvussu vit nýta hesar søguligu royndirnar í menningini av tí føroyska vinnulívinum.
Læran av 80?unum
Frá umleið miðskeiðis í 70?unum og fram til endan av 80?unum var tann føroyska fiskivinnan ikki bygd eftir meginfyritreytini fyri øllum vinnulívi: At vinnulívið skal kasta nakað av sær. Í staðin bygdi føroyska fiskivinnan á eina ørgrynnu av studningsskipanum, sum næstan gjørdi tað ómøguligt at fara á heysin. Rakstrarstudningurin - serliga gjøgnum ráfiskagrunnin - tryggjaði fyritøkunum eina støðuga inntøku, hóast hetta samfelagsliga sæð kundi geva eitt beinleiðis hall. Stuðulslóggávurnar gjørdu, at ikki var neyðugt at leggja stórvegis av kapitali til síðis til nýíløgur, og tí var heldur ikki neyðugt at hava stórvegis av eginpeningi. Í dag vita vit, at ein stórur partur av skipunum ið bygd vórðu (bæði fiski- og farmaskip), høvdu ongan eginpening av týdningi. Vit hava eisini orðini hjá dómsvaldinum, at avvarðandi politiski myndugleikin visti alt um hesi viðurskifti.
Gjøgnum studningsskipanirnar í 80?unum hevði føroyska fiskivinnan sostatt allar bestu umstøður kapitali viðvíkjandi. Kortini kom tað ofta fyri, at ikki gekst so væl í hond, men tá var tað almenna til reiðar við kreppulánum av ymiskum slagi. Áhugabólkarnir í fiskivinnuni høvdu jú eina sterka politiska umboðan, ið altíð var til reiðar at hjálpa. Hendi tað kortini, at okkurt skipið fór á heysin, syrgdi avvarðandi peningastovnur fyri, at húsagangurin innloysti landskassaveðhaldini, og síðan kundu eigararnir keypa skipini aftur og halda fram, sum onki var hent.
Henda samfelagsskipanin fór í hundarnar, tá landskassin ikki longur hevði ráð at fíggja undirskotið hjá fiskiflotanum. Samstundis hvarv tað mesta av botnfiskinum undir Føroyum av orsøkum, ið enn ikki eru nágreiniliga lýstar. Trupulleikin breiddi seg til fíggjarstovnarnar hjá fiskivinnuni, og tað endaði við søguni frá 6. oktober 1992, sum vit øll kenna.
Byrjandi hugburðsbroyting
Búskaparliga gongdin í Føroyum síðan 1992 er eitt áhugavert fyribrigdi. Fyrst ein kreppa, sum næstan ikki hevði sín líka í øllum heiminum, men sum frá umleið 1995 knappliga skifti til eina stóra búskaparliga framgongd. Enn mangla vit eina samlaða viðgerð av fyribrigdinum, men ein avgerandi orsøk skal uttan iva finnast í broytingum innan heimsbúskapin.
Nú eru vit sloppin burturúr tí ringasta, men kreppan í 90?unum hevur kortini ført til avgerandi samfelagsligar broytingar. Fyrst og fremst hava føroyingar verið ígjøgnum eina sjálvrannsókn, sum m.a. hevur viðført, at í dag er trupult at finna nakran, ið beinleiðis viðmælir rakstrarstudningi til vinnulívið. Sjálvrannsóknin hevur eisini ført til eina hugburðsbroyting mótvegis størri og miðvísari rakstrar- og fíggjarstýring bæði á tí privata- og tí almenna økinum. Ongin ivi er um, at langt er eftir á mál, men tey fyrstu úrslitini síggjast longu nú. Nøkur dømi eru Strandferðslan, Føroya Banki og summastaðni í fiskiídnaðinum á landi. Hóast ólík, sýna nevndu dømi greitt, at tað ber til at jarða tann føroyska hugburðin frá 80?unum fyri í staðin at leggja grundarlagið fyri einum sjálvberandi og fjøltáttaðum vinnulívi, ið kann virka saman við einum væl stýrdum almennum sektori.
Hóast glottar sum nevnt hómast onkustaðni, trívast hugsjónirnar úr 80?unum kortini ógvuliga væl í ávísum pørtum av tí føroyska vinnulívinum. Árligi studningurin til fiskivinnuna er framvegis umleið 200 milliónir kr., og onnur tøl frá búskaparráðnum sýna greitt, at okkurt framvegis er spinnandi galið í fiskivinnuni. Tey seinastu árini hevur fiskiskapurin eftir toski undir Føroyum sett met, umframt at prísirnir á altjóða marknaðinum hava verið stak høgir. Men hóast hetta hevur fiskivinnan ikki megnað at vunnið pening til stórt meira enn sjálvan raksturin!?
Á einum vegamóti - einaferð enn!
Seinnu árini hevur verið tosað óført um teir nýggju vinnumøguleikarnar í oljuvinnuni. Men gongd kemur neyvan á eina føroyska oljuvinnu, fyrr enn nøkur ár eru liðin. Tí er greitt, at fiskivinnuøkið verður avgerandi fyri, hvussu vit kunnu menna føroyska búskapin í komandi árum, og við tí framhaldandi stóra studninginum er útgangsstøðið hjá fiskivinnuni sera vánaligt.
Tað politiska málið er tí púra greitt: Neyðugar fortreytir mugu skapast, fyri at fiskivinnan kann gerast sjálvberandi, so hon gevur eitt íkast til alt samfelagið. Hesin kjarnuspurningur sæst eisini aftur í álitinum frá ?Endurskoðanarnevndini fyri skipabygging? frá 1997, sum eftir øllum at døma hevur stóra ávirkan á teir avvarðandi politisku myndugleikarnar í arbeiðinum við nýggja íløgustuðulinum til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum.
Álitið gevur greiðar ábendingar um, hvønn fiskivinnupolitikk partar av vinnuni mæla til. Fyritreytirnar skulu einans skiljast sum umstøðurnar hjá framleiðslufaktorunum, tvs. rávøra (fiskur), arbeiðsmegi og kapitalur. Í uppskotunum til broyting av fyritreytunum síggja vit heldur onga nýhugsan:
1.Útreiðslustøðið (ella kostnaðarstøðið) kann lækkast, tí avgjøld og lønir eru ov høgar.
2.Liberaliseringar kunnu fremjast, t.d. við størri umsetiligheit í kvotuskipanini.
3.Stuðulsskipanir kunnu setast í verk, t.d. íløgustuðul vm.
Hetta er greið tala, og júst tí er neyðugt at fáa alternativar møguleikar á borðið, áðrenn avgerðin verður tikin. Tí eftir okkara áskoðan sendir hesin hugburðurin - sum ger vinnulívsmenning til einans at vera ein spurning um framleiðslufaktorar - okkum beina leið aftur í tey 80?ini, sum næstan allir føroyingar annars hava svorið uppá, ongantíð skulu endurtaka seg.
Fyri at koma burturúr hesi trongu heimsmyndini hjá teim traditionelt hugsandi vinnulívsmonnunum, noyðast vit at seta spurnartekin við sjálvan framleiðsluháttin í føroyska fiskiídnaðinum. Umheimurin er nevniliga so nógv broyttur, at grundhugsjónirnar aftanfyri mesta vinnulívinum í okkara parti av heiminum eru av heilt øðrum slag, enn tær vóru fyri uml. 25 árum síðani, tá ferð av álvara kom á útbyggingina av føroyska fiskiídnaðinum. Tí er neyðugt at hyggja nærri at sjálvari grundhugsjónini fyri hesi útbygging, ið bæði førdi til ein stóran heimaflota og tey mongu flakavirkini.
Fordistiska grundhugsjónin
Fólk flest eru ivaleyst samd í, at tað ikki er neyðugt at uppfinna krútið tvær ferðir; og so var heldur ikki, tá føroyski feskfiskaídnaðurin varð uppbygdur. Framleiðslan bygdi nevniliga á eina grundhugsjón (paradigme) fyri vinnulívsmenning, ið var ráðandi í øllum vesturheiminum fram til miðskeiðis í 1970?unum. Í nýggjari ídnaðarsøgu verður henda grundhugsjón nevnd fordisma, og hon stavar upprunaliga frá kenda amerikanaranum Henry Ford. Hann framdi eina kollveltandi nýskapan (innovasjón), tá hann fann uppá at framleiða Ford-bilar á samlibandi. Samlibandsframleiðslan fekk so stóra ávirkan á alt vinnulív, at eitt heilt tíðarskeið í nýggjari vinnulívssøguskriving er kallað upp eftir Henry Ford.
Tann fordistiski framleiðsluhátturin byggir á teknologiska specialisering í tveimum atlitum: Framleiðslu af standardvørum (t. d. bilar, ella tann frá føroysku flakavirkjunum so kendi 5 punds blokkurin), og standardisering av arbeiðsskipanum (tvs. einfaldar uppgávur til arbeiðsfólkið), ið eru stýrdar av klokkuni. Endamálið er at framleiða so nógvar eindir sum møguligt so bíliga og skjótt sum gjørligt - ella sagt við øðrum orðum: Ein skjót og effektiv mongdarframleiðsla av nøkrum fáum produktum.
Fordisman kom av álvara til Europa aftan á seinna heimsbardaga, tá meginparturin av heimspartinum lá í sori. Tá tann vestureuropeiski ídnaðurin varð endurreistur við amerikansku Marshall-hjálpini, varð hann skipaður sum hópframleiðsla á samlibandi. Í tíðarskeiðnum 1955-75 gjørdist tann fordiski framleiðsluhátturin sostatt grundarlag undir helst tí størsta búskaparliga vøkstrinum, ið heimurin nakrantíð man hava upplivað. Hesin búskaparligi vøksturin gjørdi tað eisini møguligt at uppbyggja tey sonevndu vælferðarsamfeløgini.
Við oljukreppuni í 1973 kom tað avgerandi skotið fyri bógvin á bjørtu búskaparligu gongdini. Arbeiðsloysið vaks, og sum fráleið gjørdist greitt, at ráð ikki vóru til tann støðugt vaksandi almenna sektorin, sum eyðkendi europeisku vælferðarsamfeløgini. Avgerandi broytingar komu við búskaparliga politikkinum hjá Thatcher og Reagan, og tá múrurin rapaði, rapaðu tær traditionellu fyritreytirnar fyri vinnulívsmenning eisini.
Føroyska fordisman
So løgið tað ljóðar, byrjaði tann føroyska fordisman í Grønlandi. Tá føroyingar rættiliga fingu fótin fyri seg í Føroyingahavnini, elvdi rokfiskiskapurin til, at neyðugt var at útvikla framleiðsluhættir, ið kundu arbeiða tann nógva fiskin undan. Nógvir av teimum, ið seinni uppbygdu fiskiídnaðin á landi í Føroyum, høvdu arbeitt í Grønlandi, og teir tóku tey nýggju hugskotini við sær heim til Føroya. Fyrsta nýmótans føroyska flakavirkið var Bacalao í Havn frá 1962, og umleið 15-20 ár seinni vóru virkini yvir 20 í tali. Samstundis hevði nýggja flakavinnan nærum oytt gomlu framleiðsluhættirnar (t.d. salt- og klippfiskaframleiðsluna).
Fordistiski framleiðsluhátturin kravdi eina støðuga rávørutilgongd. Hesum var tann gamli útróðrarflotin ikki førur fyri, og tí var neyðugt við einum nýggjum trolaraflota. Uppá 12 ár (1973-85) vaks tann føroyski ísfiskatrolaraflotin frá einum skipi upp í 85 skip, har umleið helvtin vóru nýbygd.
Meginspurningurin í øllum føroyskum fiskiídnaði var spurningurin um rávørutilgongdina, tí nógv og støðug rávøra var sjálv fyritreytin fyri mongdarframleiðsluni. Leikluturin hjá tí almenna í fiskivinnupolitikkinum var tí júst at tryggja hesa rávørutilgongd, og hetta var gjørt við eini ørgrynnu av studningsskipanum.
Marknaðargering
Fordisman byrjaði nógv seinni í Føroyum enn í restini av Vestureuropa. Hon helt sær eisini væl longur, nevniliga heilt fram til kreppuna í 90?unum. Tá gjørdist eitt annað hugtak knappliga eins útbreitt í Føroyum sum tann fordistiski hugsunarhátturin - nevniliga marknaðurin sum sjálvstøðugt menningarprincipp. Hetta hugtakið hevur líka síðan tá staðið fremst í øllum tí politiska orðaskiftinum.
Tá vit hoyra tos um marknaðin, er hetta aloftast í breiðum ógreiniligum vendingum, sum t.d. ?marknaðurin krevur?, ?marknaðurin skapar sjálvur sína egnu javnvág? og ?marknaðarmekanisman má fáast at virka?. Henda boðskap fáa vit eftirhondini inn við móðurmjólkini, og skjótt stendur hann líka sterkt í minninum hjá einum og hvørjum unglingi sum sjálv barnatrúgvin.
Leikluturin hjá ?statinum? (ella ?tí almenna?) í mun til marknaðin er ikki at tryggja fólki javnar møguleikar í politiskum og socialum týdningi, men harafturímóti í einum búskaparligum týdningi. Tað kann gerast við at skapa tær formligu rammurnar fyri at kapitalurin kann leita sær hagar størsti vinningurin er at fáa, og annars skal tað almenna halda seg langt burtur. Í hesi heimsmyndini verður tikið sum givið, at eru fyritreytirnar til staðar (tvs. tann rætta samansetingin millum rávøru, framleiðslukostnað og kapital) syrgir ?tann ósjónliga hondin? fyri, at marknaðurin skapar sína egnu javnvág og harvið eisini tað størsta yvirskotið. Sagt á annan hátt merkir turkatrúgvin uppá marknaðin, at fæst tann økonomiska skipanin at virka, kemur restin av samfelagsligu menningini nærum av sær sjálvari.
Henda búskaparliga hugmyndin sigur okkum, at meiri vit rationalisera og lata marknaðarkreftirnar virka, betri eru møguleikarnar fyri búskaparligum vøkstri. Men vit kunnu ikki gera nakað serligt við sjálvan marknaðin annað enn at seta dugnaligt sølufólk. Hinvegin kunnu vit gera nakað munandi á sjálvari kostnaðar- ella framleiðslusíðuni. Og tað er júst í tráð við hendan hugburðin, at ætlanirnar fyri endurnýggjan av fiskiskipaflotanum skulu skiljast.
Ein nýfordistisk marknaðarloysn
Við einum miðalaldri uppá uml. 30 ár er fiskifloti okkara (sum ikki einaferð) bæði ov gamal og slitin til at vera kappingarførur. Tí má hann endurnýggjast, og her er tann mest effektiva marknaðarloysnin greið: Vit skifta teir núverandi uml. 40-50 trolararnar út við einar 8 - 10 stórar verksmiðjutrolarar, og gomlu línuskipini verða skift út við eitt ávíst tal av nýggjum frystilínuskipum. Útróðrarflotin, sum vit kenna hann, verður sum frálíður heilt avtikin.
Hesa loysnina kunnu vit nevna eina nýfordistiska marknaðarloysn. Hildið verður fast við tað gamla fordistiska framleiðslumynstrið, men við tí muni, at búskapurin í størst møguligan mun skal ?frígerast? frá samfelagsligari ávirkan, soleiðis at marknaðarkreftirnar heilt kunnu taka yvir.
Nýfordistiska marknaðarloysnin hevur nakrar greiðar fyrimunir. Vit kunnu fiska og framleiða størri mongdir við færri eindum (skipum). Hvørt skipið verður ógvuliga kostnaðarmikið, men vit rationalisera kortini. Vit fáa nevniliga bæði nýggj vínnutól, ið kunnu fiska meiri og effektivari, samstundis sum vit minka um tann samlaða flotan. Harafturat koma nógvar avleiddar sparingar, ið t. d. standast av minni oljunýtslu, trolútgerð, verksmiðjum, færri manningarlønum, o.s.fr. Eisini verður ein sparing í fiskiveiðueftirlitinum, tí við færri fiskiskipum er sjálvandi lættari hjá vaktartænastuni at halda eftirlit við teimum.
Vit fáa eisini betri framleiðslu av mongdarvørum til marknaðin. Við t.d. laserstrálum og røngtenljósi kann nýmótans teknologi kappast við sjálvt ta bestu flakakvinnuna. Men tað er heldur ikki neyðugt at somikið sum ein einasti stertur rørir við føroyskan bryggjukant. Fiskurin kann veiðast, viðgerast, framleiðast og frystast umborð, og skipini kunnu sjálvi flyta fiskin av landinum ella umskipa hann til farmaskip.
80?ini umaftur???
Alt í alt spara vit júst har, sum marknaðarhugmyndin sigur okkum, at vit skulu spara, nevniliga á kostnaðarstøðinum. Fyrst og fremst kunnu vit spara eina rúgvu av arbeiðstímum og kostnaðarmiklari útgerð á landi, og kanska kunnu vit eisini í seinasta enda sleppa heilt av við flakavirkini! Svíkur fiskiskapurin ikki, kann eitt ómetaliga stórt vinningsbýti (profittur) skapast fyri teir fáu, sum tað hepnast at gerast reiðari á einum av teimum stóru verksmiðutrolarunum.
Sjálvandi veldst um, hvør eigur eyguni ið síggja; men á pappírinum sær tann nýfordistiska marknaðarloysnin út til at kunna loysa lønsemistrupulleikarnar í føroysku fiskivinnuni. Men hinvegin finst als einki tjak um, hví júst hetta skal vera tann gongda leiðin frameftir. Ætlanin við tí nýggja íløgustuðlinum byggir á hesa nýfordistisku marknaðarloysn, men sjálvt út frá sínum egnu fyritreytum halta grundgevingarnar fyri íløgustuðulsætlanini álvarsliga.
Búskaparliga argumentið fyri at geva íløgustuðul er, at hesin skal stuðla vinnuni til at gerast sjálvberandi, soleiðis at hon framyvir kann byggja á egnar fyritreytir. Men feskastu búskapartølini vísa jú, at privati sektorurin hevur almikið av kapitali. Í løtuni er kapitalurin bundin uttanlands, men hann er kortini nóg stórur at fíggja alla endurnýggjanina av fiskiflotanum!
Tá bæði privatpersónar og fíggjarstovnar sostatt hava nóg mikið av kapitali, skylda avvarðandi politikarar og vinnulívsmenn okkum eitt svar uppá, hvør saklig búskaparlig grundgeving er fyri at fara í landskassan at fíggja nýggjar íløgur í endurnýggjanina av fiskiflotanum!? Er tað veruliga svarið ikki, at ávísir vinnulívslobbyistar gera alt, teir eru mentir til tess at trýsta politiska myndugleikan at geva teimum nakrar fyrimunir, sum teir ikki kunnu fáa á annan hátt???
Tann álvarsami spurningurin í hesum sambandi er, um vit ikki við hesi ætlanini eru við at gera somu mistøk sum í 80?unum. Royndinar úr 80?unum sýna greitt, at føroyska politiska skipanin var ov veik at tryggja tey samfelagsligu felagsáhugamálini. Greið politisk prioritering er ein fyritreyt fyri útnyttan av teim samfelagsligu ressourcunum, m.a. tí at vinnan má vita hvørjum fyritreytum, hon hevur at arbeiða eftir. Hetta mangla vit framvegis í Føroyum (eisini ávíst í nevnda fiskivinnuáliti, p. 4).
Tá vit samstundis hugsa um, at íløgustuðulsskipanin er ætlað at vera tætt tengd at politiska myndugleikanum (landsstýrismanninum í fiskivinnumálum), samstundis sum ongin greiður fiskivinnupolitikkur finst, mugu vit spyrja, um avvarðandi myndugleikar hava gloymt, at landskassin framvegis skyldar danska statinum millum 3 og 4 milliardir, sum stava frá studnings- og veðhaldsævintýrinum í 80?unum? Tað sær ikki mætari út, enn at ætlaði íløgustuðulin minnir meira um tær stuttskygdu loysnirnar, ið gjørdar vóru í 80?unum, heldur enn eitt mennandi samanspæl millum almennan politik og privat initiativ!
Álvarsamar avleiðingar
Vit kunnu skjótt gerast samd um, at grundarlagið fyri eini og hvørjari samfelagsmenning er eitt vælvirkandi vinnulív. Framleiðslufaktorar hava sjálvandi eisini týdning fyri tann búskaparliga vøksturin, og ongin ivi er um, at ein endurnýggjan av fiskiflotanum er neyðug. Men vit loyva okkum at seta eitt álvarsamt spurnartekin við tað skynsama í at fremja hesa endurnýggingarætlan út frá gamlari vanahugsan.
Trupulleikin er, at nógv tað mesta tjakið um føroyska vinnulívsmenning framvegis snýr seg um framleiðslufaktorarnar (kostnaðarstøðið vm.), og sera sjáldan um ávirkan og samanspælið millum vinnulív og samfelag. Harvið verður heldur ikki tjakast um, hvørjar grundhugsjónir ið samanspælið millum almennt og privat eigur at byggja á.
Tann nýfordistiska vinnulívsmenningin førir uttan iva eina framhaldandi centralisering av kapitali og fólki við sær. Í Íslandi hevur ein líknandi politikkur júst skapað eina miðvísa centralisering av øllum vinnulívi og fólki. Enn verri er í Atlantiskum Canada, har tvíhaldanin um fordistiska framleiðslumynstrið hevur havt nógv verri avleiðingar enn tær, vit sóu í sambandi við føroysku kreppuna í byrjanini av 1990?unum.
Vit loyva okkum tí at reisa spurningin, um tær búskaparligu fyritreytirnar í fullveldisætlanini veruliga eru vorðnar til, at um vit skapa nakrar fáar sterkar vinnulívsmenn, so kemur restin av sær sjálvum? Hvussu skulu tey samfelagsligu virðini, ið eitt endurnýggjað, almennt fíggjað og enn meiri koncentrerað vinnulív skapar, koma samfelagnum til góðar? Ella er ætlanin, at teir fáu alment fíggjaðu stór-reiðararnir skulu fáa allan ágóðan sjálvir?
Framtíðin í føroyskari vinnulívsmenning er ikki eitt treytaleyst val millum eina nýfordistiska vinnulívsloysn og nakað heilt annað. Men við einvísu hugsjónini um framleiðslufaktorarnar sum avgerandi fyri búskaparligum vøkstri, fáa vit ongantíð eitt svar uppá kjarnuspurningarnar um, hví miðvísar íløgur ikki verða gjørdar í føroyska samfelagnum, hóast ovmikið av privatum kapitali er til staðar. Tí mugu vit sjálvandi gera okkum greitt, hvussu vit kunnu fáa meira privatan kapital at gera íløgur í føroyskt vinnulív.
Kjarnutrupulleikin í øllum tjaki um menning av tí føroyska vinnulívinum er, at vit í einvísu hugsjónini um framleiðslufaktorar útiloka heilt avgerandi spurningar um, hvørji árin viðurskifti sum social- og mentunnarlig ávirkan, teknologi og organisering hava á vinnulívið og samfelagsbúskapin í heila tikið. Vit hava stutt sagt brúk fyri eini betri mynd av teimum samfelagsligu fyritreytunum fyri vinnulívsmenning, og hesa avbjóðingina viðgera vit í Sosialinum næsta leygardag.
Gestur Hovgaard
Ronnie Thomassen