Aftur ein tilburður av koronu

Tann smittaði er avbyrgdur og nú leita tey eftir teimum, sum viðkomandi hevur havt samband við

Aftur í gjár varð ein tilburður av koronu staðfestur. Tað vísa tey nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tann smittaði er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, sigur Heilsumálaráðið.

Í gjár vórðu 619 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 135.890 kanningar nú gjørdar í Føroyum.

Tilsamans hava nú 476 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 452 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru 24 fólk smittað í løtuni.

Eitt fólk er innlagt á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við korona. Í gjár vóru tvey fólk innløgd, so annað teirra er útskrivað aftur.