HM: Sveis skoraði fýra mál seinastu løtuna av dystinum

Sveisararnir reistu seg aftaná vónbrotið móti Katar

Mynd: Ritzau Scanpix

Fyri Sveis var talan um eitt stórt vónbrot at spæla javnleik 1-1 móti Katar í tí fyrsta dystinum í innleiðandi HM-bólki B.

 

Men hesaferð svaraðu Sveis aftur við at vinna stórsigur 4-1 á Bosnia Hersogovina á SoFi leikvøllinum í Inglewood í Kalifornia.

 

Klokkan vísti tó 74 minuttir áðrenn fyrsta málið var skotið. Johan Manzambi, ið júst var komin á vøllin legði Sveis á odda við einum dundurskoti. Løtu seinni var Tarik Muharemovic hjá Bosnia Hersogovina vístur av vøllinum fyri at fella Breel Embolo. Sami Breel Embolo fann fýra minuttir seinni við einari góðari sending Ruben Vargas, ið økti til 2-0. Tað gekk bert ein løta, so fann Ruben Vargas Johan Manzambi, ið slapp at skjóta annað málið hjá sær og økja til 3-0. Í yvirtíðini megnaði Ermin Mamic at medda ein returbólt í netið, so Bosnia Hersogovina fekk minkað um munin. Sveis fekk tó seinasta orðið. Sjey minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk Sveis eitt brotsspark í sín lut, og tað gagnnýtti Granit Xhaka, og hann setti bóltin trygt í netið til endaligu støðuna 4-1.

 

Sambært greiningarfyritøkuni, Opta eru ongantíð so nógv mál - fimm mál - skotin so seint í einum HM-endaspælsdysti.

 

Sveis hevur fýra stig, og Kanada sum í løtuni er á odda 4-0 móti Katar kemur væntandi eisini at standa á fýra stigum. Bosnia Hersogovina og Katar hava eitt stig hvør.

 

Sveis-Bosnia Hersogovina 4-1 (0-0)

1-0 Johan Manzambi ('74 )

2-0 Ruben Vargas ('84 )

3-0 Johan Manzambi ('90 )

3-1 Ermin Mahmic ('90+ )

4-1 Granit Xhaka, br. ('90+)

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Sveis og Bosnia Hersogovina. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix