HM: Eitt stig í part til Kekkia og Suðurafrika í Atlanta

Kekkar megnaðu ikki at halda leiðsluna teir fingu tíðliga í dystinum

Mynd: Ritzau Scanpix

Kekkia og Suðurafrika, ið taptu fyrstu dystirnar í innleiðandi HM-bólki A spældu í kvøld dyst á Mercedes-Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia. 

 

Longu í sætta minuttinum av dystinum gjørdist Michal Sadilek leysur í suðurafrikanska brotsteiginum, og hann legði Kekkia á odda 1-0.

 

Tá 83. minuttir vóru leiktir fekk Suðurafrika tillutað brotsspark, tá bólturin rakti armin hjá Pavel Sulc. Teboho Mokoena tók av møguleikanum og sendi brotssparkið í netið. 

 

Sostatt hava bæði Suðurafrika og Kekkia eitt stig hvør aftaná tveir dystir.

 

Kekkia-Suðurafrika 1-1 (1-0)

1-0 Michal Sadilek ('6 )

1-1 Teboho Mokoena, br. ('83 )

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Kekkia og Suðurafrika.

 

Klokkan tvey í nátt spæla Meksiko og Suðurafrika toppdyst í bólki A á Estadio Akron leikvøllinum í Zapopan.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix