Yvirgangsmenn lupu í gjárkvøldið á eina kirkju í nigeriska landspartinum Gombe. Sambært myndugleikunum var presturin júst í ferð við prædikuna, tá menninir lupu á. Seks fólk doyðu, og nógv fleiri vórðu særd.
Forsetin í Nigeria, Goodluck Jonathan, hevur lýst Gombe og grannalandspartarnar í neyðrættarstøðu, og hann hevur lovað at steðga yvirganginum.
Islamski yvirgangsfelagsskapurin Boko Harem hevur lopið á fleiri kristnar kirkjur har norðuri í Nigeria í seinastuni. Tað ringasta álopið var jóladag. Tá lupu limir í Boko Harem á fleiri kirkjur, og meiri enn 40 fólk lógu eftirá.