Nordic Open: Taptu fyri Týsklandi men vunnu seinna hálvleik

Føroyska U17-landsliðið tapti eisini annan dystin í Nordic Open

Mynd: HSF, Andrei Antal

Tað gekk heldur ikki í dag hjá føroyska U17 landsliðnum í hondbólti at fáa stig í Nordic Open kappingini.

 

Í stórhøllini við Tjarnir taptu Føroyar í dag 21-26 fyri Týsklandi. Tó vunnu Føroyar seinna hálvleik 11-10, tí Týskland var á odda 16-10 í steðginum.

 

Toppskjúttar hjá Føroyum vóru Boas Ellefsen á Skipagøtu við sjey málum, og Hákun Rask Olsen við fimm málum.

 

Fyrr í dag vann Ísland 34-30 (17-19) á Sveis.

 

Aftaná tvey umfør er Ísland fremst við fýra stigum. Sveis og Týskland hava tvey stig hvør. Føroyar eru aftast við ongum stigi. 

 

Sunnudagin 8. juni Við Tjarnir:

Klokkan 10.00 Týskland – Ísland

Klokkan 16.00 Føroyar – Sveis

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Føroyar og Týskland:

 

##med2##

 

Mynd: HSF, Andrei Antal