2. deild
Á varmakeldu kókaði tað, tá ið LÍF vitjaði í Fuglafirði. Leirvíkingar kendu seg snýttar fyri mál í síðstu løtu og harvið javnleik, og ÍF misti ein mann. Leygardagin vóru longu uppfluttu fuglfirðingarnir í Leirvík, har tað vóru níggju grønir og tíggju reyðir á vøllinum, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
Vísarin var ikki komin runt fyrstu ferð, tá ið Kaj Eli Olsen hevði lagt heimaliðið framum. Petur Sjúrðarberg royndi seg, Fróði Poulsen bjargaði, og veteranurin var fyrstur á returinum.
ÍF hevði sínar møguleikar at javna. Hanus Eliasen mundi hava tann besta, tá ið hann eftir at hava sneitt framvið fleiri setti við síðuna av málinum. Fuglfirðingar vóru undirmannaðir frá miðskeiðis í fyrra umfarinum, tá ið vongverjin í høgru, Sverri Ellingsgaard, sá reytt, eftir at hann hevði nýtt neyðbremsuna. Men hóast ÍF var undirmannað, so vóru teir rættuliga væl við.
LÍF misti tveir menn miðskeiðis í 2. hálvleiki. Kaj Eli Olsen fekk beinleiðis reytt. Eftir nærdyst við Jan Skoradal takkaði hann tvær ferðir fyri. Fyri fyrru tøkkina fekk hann reytt, og nú er tað upp til FSF at taka støðu til, hvat sektin skal vera fyri seinnu hevndina.
Tríggjar minuttir seinni sá Petur Sjúrðarberg seinna gula kortið, og so stóð nógv á hjá LÍF. Høgni Zachariasen hjá ÍF hevði góða frísparksroynd, sum Allan Joensen bjargaði, og hann hevði eisini góða bjarging, tá ið fuglfirðingar stútaðu eftir hornaspark.
Uppgerðin reið um snarið, men hóast teir vóru undirmannaðir, so vóru tað teir á heimaliðnum, sum skoraðu og harvið staðfestu rættuliga týdningarmikla sigurin. Miðvallarin í vinstru, Símun Waag Høgnesen, skrúvaði úr høgru skrúvaði fríspark í handara síðunetið. Tá var eitt korter eftir, og teir níggju á LÍF liðnum megnaðu at halda tætt.
Fyri LÍF var talan um sera týdningarmiklan sigur, men teir eru framvegis ikki væl fyri. Um teir skulu sleppa undan at spæla um plássið í næstbestu deildini, so skulu teir vinna í síðsta umfarinum, tá ið teir skulu spæla í Vági. Um teir fáa øll stigini, so fara teir at trýsta VB niður um strikuna.
ÍF skal í vikuni savna kreftir og huga um heimadystin ímóti Sumba. Í fjør tóku fuglfirðingar eitt sindur av uppflytingar glansinum av FS Vágum, tá ið teir á heimavøllinum í Fuglafirði vunnu í síðsta umfarinum, áðrenn FSV fekk gullkrónurnar. Tað vilja teir í ÍF neyvan skal ganga út yvir teir sjálvar hesa ferð.