Fyri fjórðu ferð megnaði Miðlahúsið at savna 10.000 fólk og flyta alla ólavsøkuna oman í Vágsbotn.
Longu væl áðrenn fyrst Terji Rasmussen fór á pallin og síðani Pipar og Salt, vóru nógv fólk komin oman.
Nakað forsinkaður trein Terji Rasmussen á lyftina, sum stendur líka undir Miðlahúsinum og vendir út móti Vágsbotni. Allur Vágsbotnur ávikavist sang og rópti til slagararnar hjá Terja, sum tyktist at vera í topformi. Serliga tá sangurin 'Eros' varð sungin, var veruligt lív í fjøldini.
Eftir Terja komu Sjúrður Skaale og Jákup Veyhe út á lyftina. Teir spældu ymiskar karakterir, sum teir gjøgnum ár og dag hava spælt við Pipar og Salt so sum Børge og Kalle, Ib Auge og Melvis Stardust.
Aftaná einar 20 minuttir við skemti, har prik var til ymisk viðurskifti eitt nú grindina og Paul Watson, endaði henda aftur í ár væl eydnaða løtan í Vágsbotni.
Nú er ólavsøkan við at flyta seg frá Vágsbotni og nakrar metrar niðan á Vaglið, har midnáttarsangløtan byrjar um góðan hálvan tíma.










