Áheitan

Til allar løgtingslimir og landsstýrismannin í fiskivinnumálum

Tá ið nú løgtingið hevur játtað pening til felag í Sandoy til at fáa tvey flakavirkir upp aftur í oynni, spyrja vit her í sunnara parti av Suðuroy: hvat við flakavirkinum í Vági, sum hevur verið stongt í fleiri ár, og tað stóra arbeiðsloysi, sum her er. Hvat við okkum, er vit ikki til á landkortinum?

Og nú hoyrist, at tað er við at finnast ein loysn á flakavirkinum í Miðvági, eisini við almennum peningi. Vit unna bæði sandoyingum og vágafólki arbeiði, men vit vita eisini, hvat tað er at vera arbeiðsleysur. Tí spyrja vit: eru vit ikki eisini borgarar í hesum landi?

Her í Vági stendur eitt flakavirki, sum er í góðum standi, og sum í sínari tíð varð koyrt í mølposan.

Føroya Fiskavirking saman við Framtaksgrunninum tók hetta virkið burturúr, tí tað skuldi vera opið, eftir úttalilsum hjá Sverra Hansen, nevndarformanni í Framtaksgrunninum.

Tríggjar royndir hava verið at keypa Polarfrost, eitt felag undir stovnan í Vági, eitt felag í Onglandi og eitt í Týsklandi, men svarið frá Føroya Fiskavirking hevur antin verið nei, ella er kravt eitt órímuliga høgt boð uppá virkið. At leiga virkið hava fleiri fyrispurningar verið um, men har hevur verið ringt at fáa svar. Men Jákup Mørkøre man hava smekkað høvdið í, tí nú ringdi hann til umboðsmannin hjá Kangamiut Seafood a/s í Danmark, Thormod Nielsen, við hesum tilboði, haldið tykkum fast. Her eru treytirnar hjá Føroya Fiskavirking frá 22/10-97:

1. Ein 1 ára sáttmáli.

2. 0,40 kr. pr. kg. rávøru, minimum 150 tons rávøru pr. mánað.

3. ella, 3 mánaðar forút betalt leiga á 60.000 kr. pr. mánað.

4. Leigarin betalir grundleiguna og trygging.


Hetta er ein ljótur máti at siga nei uppá.

Málsetningurin hjá Kangamiut Seafood var 500 tons rávøru pr. mánað, so 500 tons á 0,40 kr. = 200.000 kr. + trygging og grundleigu, so hetta er, hvat Jákup Mørkøre hevur bjóðað sunnaru helvt av Suðuroy. Føroya Fiskavirking við Jákupi Mørkøre sigur, at Polarfrost í Vági er opið. Einasta, sum verður brúkt, er frystigoymslan, so framleiðsla av fiskavørum er ongin á virkinum.

Okkara spurningur er so til løgtingsfólk og landsstýrismannin í fiskivinnumálum: Eru vit slept upp á fjall, ella hava vit ikki krav uppá svar! Hví eitt tað besta flakavirkið í landinum skal vera stongt og ongin annar skal fáa møguleika at leiga ella keypa. Tí vóna vit, at tit duga at síggja, at her er nakað galið.

Við arbeiðarakvøðu,


Arbeiðsmannafelagið

Framtíðin í Vági,

Kári Jacobsen


Arbeiðskvinnufelagið

Fjallbrúður, Vági

Rannvá Samuelsen