Áhoyrarar til russiska sangkapping fáa løn

Partar av áhoyrarunum á russiska svarinum til Eurovision, Intervision, sum verður í kvøld, hava kanska fingið løn fyri at hyggja at sendingini.

Á Manezhnaya torginum í russiska høvuðsstaðnum Moskva, har sangkappingin Intervision verður hildin í dag, sæst ein niðurteljingarklokka til sýningina í dag. (Savnsmynd). - Mynd: Olesja Kurpjajeva/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir svenski miðilin SVT, sum hevur váttað starvslýsingar á boðtænastuni Telegram og sosiala miðlinum VK.

Starvslýsingarnar bjóða løn fyri at luttaka sum áhoyrari. Tað er tó ikki greitt, hvør lønin er.

Sangkappingin, sum eitur Intervision Song Contest, varð seinast hildin í 1980, har luttakararnir fyrst og fremst vóru fyrrverandi sovjetisk lond sum Tjekkoslovakia og Pólland. Kappingin varð fyrstu ferð hildin í 1965.

Áðrenn Russland herjaði á Ukraina í 2022, hevði landið luttikið í Eurovision síðani 1994. Russland vann kappingina í 2008.

/Ritzau/